Spring til hovedindhold

Uppskot

Barnaváttan

Tað er det Centrale Kriminalregister, sum útflýggjar barnaváttanir.

 

Tá ein barnaváttan skal fáast til vega, skal arbeiðsgevari, felagsskapur o.o., sum koma undir breiða arbeiðsgevarahugtakið í lógini, nýta serligt oyðiblað til endamálið. Oyðiblaðið liggur her 

 

Arbeiðsgevarin skal fylla oyðublaðið út. Viðkomandi starvsfólk ella umsøkjari, ið váttanin snýr seg um, skal á oyðublaðnum skrivliga geva samtykki til, at arbeiðsgevarin biðjur um barnaváttan um viðkomandi. Arbeiðsgevarin kann ikki heinta barnaváttan uttan samtykki.

 

Tá viðkomandi starvsfólk ella umsøkjari hevur skrivað undir, skal arbeiðsgevarin senda oyðublaðið til det Centrale Kriminalregister.

 

Av tí, at talan kann vera um viðkvæmar persónupplýsingar, hevur det Centrale Kriminalregister, sum er fevnt av danskari dátuverndarlóggávu, strangar reglur um, hvussu umbønir um barnaváttanir kunnu móttakast, og hvussu barnaváttanir verða sendar til umsøkjara.
Det Centrale Kriminalregister viðgerð einans umbønir, sum verða sendar umvegis tryggan teldupost. Fyri at lúka trygdarkrøvini, skal arbeiðsgevarin taka eitt forrit niður á telduna. Forritið kann heintast her.

 

Tá trygdarforritið er tikið niður, kann oyðublaðið sendast til hesa teldupostadressuna

 

Málsviðgerartíðin hjá det Centrale Kriminalregister er vanliga uml. 3 dagar.

 

 

Hevur arbeiðsgevarin ikki teldupost, sum lýkur hesi trygdarkrøv, kann arbeiðsgevarin lata útfylta oyðublaðið fysiskt inn á øllum avgreiðslum hjá Føroya Politi.

 

Føroya Politi sendir síðani oyðublaðið umvegis tryggan teldupost til det Centrale Kriminalregister, sum so sendir umsøkjaranum barnaváttanina aftur við posti. Tað er tí sera umráðandi at adressan hjá arbeiðsgevaranum verður skriva á umsóknarblaðið í kassan har tað stendur: returneres til. Roknast má tá við at málsviðgerðartíðin verður nakað longri.

 

Ivaspurningar um hvør skal hava barnaváttanir, skulu vendast til telefon 306500 ella teldupost ummr@ummr.fo