Spring til hovedindhold

Uppskot

Koronavirus í Føroyum

Her fáa tit eitt yvirlit yvir, hvar tit kunnu venda tykkum og hvar tit finna meiri kunning um sjúkuna.

Corona.fo

Corona.fo er eisini á Facebook og á Instagram.

Koronalinjan: 30 40 40

Um tú hevur spurningar um eitthvørt, sum viðvíkur koronavirussmittuni ella íkomnu støðuni, ber til at ringja á tlf. 30 40 40.

 

Ivast tú til dømis í, hvussu tú skalt bera teg at í sóttarhaldi, hvussu lønarviðurskifti nú verða skipað, tørvar tær ráðgeving í sambandi við ferðing ella okkurt heilt annað, ert tú vælkomin at ringja til Koronalinjuna.

 

Koronalinjan svarar hvønn gerandisdag frá kl. 10.00-15.00.

 

Kommunulæknin og 1870

Um tú ert sjúk/-ur ella heldur teg hava sjúkutekin, skal tú venda tær til tín kommunulækna ella til 1870, tá ið kommunulæknin ikki er tøkur

 

 

Koronavirus í Føroyum

Heimasíðan www.coronasmitte.dk verður dagførd dagliga og eisini er møguligt at síggja spurningar og svar.

coronasmitte.dk