Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

12. juli 2022 09:07

Enn ein straksdómur í máli um innflutning af hashi

Fyri aðru ferð í summar er ein sokallaður straksdómur fallin í einum máli um innflutning av hashi.

Ein 34 ára gamal maður bleiv í gjár dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 2 kg. av hashi til Føroya við tí fyri eyga, at selja tað víðari.

Maðurin, sum er danskari, kom til Føroya við Norrønu fyrradagin. Í samband við tolleftirlitið var avdúkað, at maðurin hevði goymt uml. 2 kg. av hashi í bilinum, hann var við.

Maðurin játtaði, at hann hevði roynt at smugla hashið til Føroya, og tí kundi málið avgreiðast við einum straksdómi í Føroya Rætti í gjár. Maðurin bleiv dømdur 4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing.

Maðurin móttók dómin.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

22. oktober 2026

Føroya Politi

Átaksráðið umrøtt nettrygdarstøðuna við PHP

Átaksráðið var fyrrapartin á fundi um støðuna í sambandi við, at fleiri veikleikar eru staðfestir í PHP. PHP er eitt forritanarmál, sum verður nýtt á nógvum heimasíðum og nettænastum. Felags metingin hjá myndugleikunum á fundinum er, at viðkomandi KT-veitarar, netumsitarar og stovnar av týdningi hava sett neyðug fyribyrgjandi átøk í verk, og at tamarhald er á støðuni.

20. oktober 2026

Føroya Politi

Fimm føroyingar handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum

Seinnapartin í gjár handtók og skuldsetti Føroya Politi fýra mans. Harumframt varð ein maður handtikin og skuldsettur í Danmark. Menninir, sum eru millum 28-48 ár, eru skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum. Í sambandi við handtøkurnar gjørdi politiið eisini húsarannsókn heima hjá teimum skuldsettu.

20. oktober 2026

Føroya Politi

Administrativ medarbejder til vores efterforskningsafdeling

Vi skal styrke det administrative team i vores efterforskningsafdeling og søger derfor en ny kollega til teamet.