Kunning og mannagongd
Orðingin eitt stórt tiltak er at skilja sum:
Eitt stórt tiltak, ið er ætlað at verða á einum avmarkaðum øki í ávísum tíðarbili. t.d. ein tónleikafestivalur.
Av tí at tað er eitt stórt tiltak, krevur samskipan av tiltakinum við fleiri mynduleikar, og sambært politilógini og skilhaldsreglunum (ordensbekendtgørelsen) krevur loyvi við nærri ásettum treytum.
Um umsóknin lýkur treytirnar, verður hon áðrenn eina viku frá móttøkudegnum, skrásett hjá politinum.
Umsøkjarin verður skrivliga kunnaður um, at umsóknin er móttikin, hvat journalnummar umsóknin hevur fingið og hvat víðari fer fram í málinum.
Áðrenn eina viku frá skrásetingardegnum, skal umsóknin sendast víðari til kunning/hoyring hjá øðrum viðkomandi mynduleikum. Tá svar frá mynduleikunum fyriliggur, fær umsøkjarin boð um møgulig manglandi viðurskifti, ella annað sum skal fáast í rættlag, áðrenn loyvi kann gevast
Umsókn um stórt tiltak skal sendast inn við telduposti til politi@politi.fo í seinasta lagi 14 vikur áðrenn tiltakið er ætlað at vera.
Saman umsóknarblaðnum, skulu í minsta lagi hesi skjøl verða løgd við
Skrivligt loyvi frá viðkomandi kommunu og møguligum øðrum lendiseigarum
Fullfíggjað lýsing av samlaða tiltakinum og einstøkum tiltøkum herundir tíð og stað og ætlað skrá
Tekning ella kort yvir økið har einstøku tiltøkini eru og yvir tað samlaða økið
Ætlan fyri ferðslu á landi og sjógvi og parkeringsviðurskiftir vm
Trygdarætlan gjørd út frá eini váðameting
Trygdarætlanin skal ma innihalda ætlan fyri atkomuviðurskiftir hjá útrykningsakførum
Yvirlit nøvn teldupost og telefonnummar yvir ábyrgdarfunktiónir fyrireikarar og trygdarleiðarar