Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

6. juli 2022 13:09

Deil

Deil

Stjóri til leiðsluskrivstovuna hjá Føroya Politi

Fleiri uppgávur hjá Føroya Politi skulu í næstum endurskipast. Vit leita tí eftir einum stjóra til eina nýggja leiðsluskrivstovu, sum tú skalt hava ábyrgdina av.

Sum leiðari fyri leiðsluskrivstovuna skalt tú vísa til stábsstjóran fyri Føroya Politi. Tú verður ein partur av næstovasta leiðslulagnum í politinum og harvið partur av leiðsluni.

Títt ábyrgdarøkið verður breitt, og tú skalt m.a. vera strategiskur sparringspartur hjá ovastu leiðslu. Tú skalt ráðgeva og vegleiða stábsstjóran og restina av ovastu leiðslu, tá avgerðir skulu takast á málsøkjum, sum tú hevur ábyrgdina av.

Vit leggja stóran dent á, at tú ert ein góður starvsfelagi og leiðari. Tú skalt hava hug at verða partur av einum toymi, sum afturat einum høgum fakligum støði, eisini leggur dent á gott samstarv tvørtur um ymsu súlurnar í okkara organisatión. Tú skalt sostatt duga væl at leggja lunnar undir gott samstarv bæði innanhýsis og við okkara uttanhýsis samstarvspartar.

Sum stjóri í leiðsluskrivstovuni verður tú partur av tí nationala netverkinum hjá politinum fyri leiðsluskrivstovustjórar, og tú skalt tí verða sinnað/ur at ferðast til Danmarkar í arbeiðshøpi, tá tørvur er á tí.

Sum stjóri fyri leiðsluskrivstovuna hevur tú ábyrgdina av nýggju skrivstovuni, sum m.a. skal hava ábyrgdina av hoyringsmálum, leiðslukunning og samskifti (innanhýsis og uttanhýsis), innlitsmálum, kærumálum, at stuðla undir leiðsluna, undir hesum við tilfari til fundir og uppfylging. Afturat hesum kemur ábyrgdin av uppgávum, sum hava við innanhýsis eftirlit at gera, undir hesum controlling.

Tú verður stjóri fyri einum starvsfólkatoymi sum væntandi fer at telja 3-4 starvsfólk, sum arbeiða málrættað, professionelt og tænastusinnað við uppgávunum. Av tí, at talan er um eina leiðsluskrivstovu, sum skal setast á stovn og mennast, hevur tú eisini møguleika at ávirka menningina frá byrjan. Vit leggja stóran dent á, at okkara nýggi stjóri hevur royndir við starvsfólkaleiðslu og dugir at gera arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum góðar. Tú ert nærverandi og skapar góðar og mennandi karmar fyri starvsfólkini.

Arbeiðsuppgávurnar fevna harumframt um:
• At gera, stuðla undir og fylgja strategiskum málum og virksemi.
• Leypandi at gera leiðslukunning, sum skal stuðla leiðsluni bæði strategiskt og í rakstrinum.
• Svara spurningum frá landsstýrinum og øðrum hoyringspørtum í Føroyum, Fólkatingi, Ríkispolitiið, Ríkisadvokati, Ríkisrevisión o.ø.
• Ábyrgd av, at innanhýsis eftirlitisleisturin hjá Ríkispolitinum verður fylgdur, undir hesum controlling.
• At gera kunningar- og vegleiðingartilfar, sum leiðslan kann brúka sum strategisk stýringsamboð o.a.
• Ábyrgd av menning og implementering av størri og minni projektum og uppgávum, sum hava eitt strategiskt fokus.
• Sambindingarlið við Den Uafhængige Politianklagemyndighed.
• Ymsar løgfrøðiligar uppgávur.

Vit vænta, at:
• Tú hevur viðkomandi útbúgving, er tænastusinnað/ur, hevur leiðsluroyndir, hugsar strategiskt og hevur analytisk evni.
• Tú kanst føra ætlanir út í lívið.
• Tú ert ein empatisk/ur, mennandi og stuðlandi starvsfólkaleiðari.
• Tú dugir væl at samskifta við borgarar, myndugleikar, starvsfelagar o.o.
• Tú hevur eyga fyri detaljum, men dugur eisini at síggja heildina og skilja restina av organisatiónini.
• Tú hevur fokus á at menna og at fáa sum mest burturúr.
• Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, har sum arbeiðstrýsti til tíðir er stórt.
• Tú tolir broytingar í arbeiðsuppgávunum.

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag, sum er eftir donskum sáttmála.

Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Samband og umsókn

Umsókn skal sendast til politiið saman við CV og møguligum øðrum skjølum við telduposti til: HR deildina

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stábsstjóra, Halldis Poulsen, tlf. +298 351448.

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

Starvssetan er treytað av trygdargóðkenning frá PET, og starvsbyrjan er, tá henda góðkenning fyriliggur.

Vit vænta, at starvið verður sett frá 1. oktober 2022 ella 1. november 2022.

Umsóknarfreistin er 22. august 2022 kl. 12.00.

Michael Boolsen, fúti

Deil

Deil

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

Fleiri tíðindi

13. juli 2022

Føroya Politi

4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing

Aftur í dag er ein straksdómur fallin í einum máli um innflutning av hashi.

12. juli 2022

Føroya Politi

Enn ein straksdómur í máli um innflutning af hashi

Fyri aðru ferð í summar er ein sokallaður straksdómur fallin í einum máli um innflutning av hashi.

15. juni 2022

Føroya Politi

Straksdómur í máli um innflutning af hashi

Ein 39 ára gamal maður er í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 475 gram av hashi til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.

Uppskot