Sambandsskipanin til fólkavald og avvarðandi teirra er ein løtt og beinleiðis atgongd til løgregluna, tá fólkavald og avvarðandi hjá fólkavaldum verða fyri hóttanum, ágangi og øðrum hendingum, ið elva til ótryggleika.
Hvat inniheldur sambandsskipanin til fólkavald og avvarðandi teirra?
Sambandsskipanin er eitt tilboð til fólkavald og teirra avvarðandi, ið hava tørv á at tosa um hendingar og stúranir ella ætla at melda ítøkiligar hendingar, og har løgreglan veitir vegleiðing og ráðgeving í málum, sum hava við politiska virki hjá fólkavaldum at gera. Hetta kann t.d. vera:
- Ágangur, hóttanir og harðskapur
- Stúranir og hendingar, sum elva til ótryggleika
- Øki, sum krevja serligan ans og vegleiðing, t.d. um persónligu trygdina hjá tí fólkavalda í sambandi við ítøkiligar hendingar
- Yvirskipað vegleiðing um fyribyrging og trygd í sambandi við ágang og hóttanir tilætlað fólkavaldum og avvarðandi teirra.
Hvønn fevnir sambandsskipanin til fólkavald og teirra avvarðandi um?
Sambandsskipanin fevnir um øll fólkavald í ríkisfelagsskapinum, eitt nú kommunalpolitikarar, økisráðspolitikarar, fólkatingspolitikarar, danskar evropatingslimir, øll fólkavald í Grønlandi og Føroyum og ráðharrar, sum ikki eru fólkavaldir. Harumframt er sambandsskipanin galdandi fyri avvarðandi hjá fólkavaldum.
Valevni, sum stilla upp, men ikki eru vald enn, eru sostatt ikki fevnd av sambandsskipanini.
Hvussu setur tú teg í samband við sambandsskipanina til fólkavald og avvarðandi teirra?
- Fyrispurningar, ið ikki hava bráðskund, skulu sendast til teldupostadressuna í sambandsskipanini hjá løgregluni. Sí teldupostadressu niðanfyri
- Skalt tú melda, ring 114
- Um bráðfeingis hjálp er neyðug frá løgregluni, sjúkrabili, sløkkiliði ella umhvørvistilbúgvingini, skalt tú ringja 112
Tá ið tú setur teg í samband við sambandsskipanina er umráðandi at upplýsa hetta:
- Um tú ert fólkavald/-ur ella ert avvarðandi hjá einum fólkavaldum
- Hvussu hendingin ella stúranin kann hava samband við politiska virki hjá tær ella tínum avvarðandi, t.d. um hendingin hevur samband við politisk tiltøk, ella talan er um vanliga stúran, sum byggir á hóttanir.
Upplýsingar um samband til sambandsskipanina í Føroyum
Í Føroyum er ein sambandsskipan til limir í kommunustýrunum, Løgtinginum og landsstýrinum og avvarðandi teirra.
Sambandsskipanin hjá løgregluni í Føroyum hevur teldupostadressuna: fo-kontaktordning-folkevalgte@politi.dk
Upplýsingar um samband til sambandsskipanina í Danmark
Fólkatingspolitikarar, eitt nú teir úr Grønlandi og Føroyum, danskir evropatingslimir og ráðharrar, sum ikki eru fólkavaldir, umframt avvarðandi teirra, skulu venda sær til sambandsskipanina hjá løgregluni í Keypmannahavn.
Sambandsskipanin hjá løgregluni í Keypmannahavn hevur teldupostadressuna: kbh-kontaktordning-folkevalgte@politi.dk
Meira fæst at vita um sambandsskipanina - eisini lokalu sambandsskipanirnar - í Danmark á heimasíðuni: politi.dk/demokrati.