Tú kanst lesa meira um politistaútbúgvingina HER.
Tú kanst lesa meira um upptøkukrøvini HER.
Tú kanst lesa meira um sjálvar upptøkuroyndirnar HER. Í Føroyum er aldursmarkið 21 ár fyri at sleppa inn á politiskúlan.
Tá søkt verður inn til politist í Føroyum, er mannagongdin tann sama sum í Danmark. Í Føroyum eru tó hesi frávik frá tí, sum er nevnt á donsku heimasíðuni:
- Ein skrivlig roynd í føroyskum eisini
- Ein svimjiroynd, sum einans hevur til endamál at staðfesta, um umsøkjarin hevur vatnræðslu
- Eftir lokna útbúgving í Danmark skal politisturin aftur til Føroya at arbeiða.