Spring til hovedindhold

Uppskot

Virkisætlan

Virkisstrategi 2016 – 2020

 

Formæli:

Í tíðini 2006-2007 byrjaði Føroya Politi at arbeiða eftir eini orðaði langtíðarstrategi, sum var ásett í ein A5 faldara við tilskilan av visjón, arbeiðssetningi, strategi og við áherðslu løgd á ávís útvald økir. Sum grundarlag undir faldaranum, er fingið til vega inntøk frá leiðandi politikarum, ymiskum myndugleikum og øðrum samstarvsfeløgum og somuleiðis frá leiðarunum í politinum. Ynskið við faldaranum var, at vísa bæði medarbeiðaranum og borgarum í føroyska samfelagnum, hvussu vit síggja okkara leiklut í samfelagnum, hvønn veg vit gjarna vilja menna okkum og hvussu vit gera tað. Tilgongdin við strategini higartil hevur í teim fylgjandi árunum funnið eitt afturvendandi støði, har ovasta leiðsla við inntaki frá leiðarunum í politinum, hevur staðrættað tey útvaldu økini, meðan strategifaldarin hevur varðveitt bæði stødd og útsjónd.
Tilgongdin við fremjan av sjálvstøðugari fíggjarstýring og tí nýggja leiðslugrundarlagnum Leadership Pipeline, hevur givið politinum bæði nýggjar møguleikar og eisini nýggjar avbjóðingar. Ovasta leiðsla hevur tí hildið tað verið nátúrligt at starvsfólkið í politiøkinum, so tíðliga sum gjørligt, verða tikin við í strategiarbeiðinum at sjónliggera tey arbeiðsøkir, sum vit skulu leggja áherðslu á tey komandi árini. Hetta er neyðug stig at taka fyri Føroya Politi, so starvsfólkið í politinum og borgarin, sum heild, uppliva politiið sum eitt dámligt og lokkandi arbeiðspláss við dugnaligum og vælvirkandi starvsfólki og leiðarum, sum saman vilja uppnáa góð og sjónlig úrslit til gagns fyri borgaran og føroyska samfelagið sum heild.

 

Í hesi tilgongdini hevur ovasta leiðsla eisini ynskt, at fáa meira íblástur frá politikarum og samstarvsfeløgum í føroyska samfelagnum, við tí í hyggju, at gróðrarbotnur verður lagdur fyri felags stevi og í samstarvi at taka í móti teimum avbjóðingum og uppgávum, sum vilja koma í einum nútíðar og altjóða merktum samfelagi.

 

I samband við strategiseminarið við Gjógv í februar 2015, komu leiðararnir við nøkrum uppskotum um, hvussu strategiin kann gerast meiri livandi og nærverandi fyri øll í tí føroyska politinum. Umvegis álitismannaumboðini er starvsfólkið eisini komið við uppskoti um, hvat tey meta skal til fyri at náa hesum málinum.

 

Afturvendandi framgongur tað av uppskotunum frá bæði leiðarum og starvsfólkum, at strategiin skal verða greitt og einfalt orðað og við avmarkaðum útvaldum málum. Málini skulu vera einføld og nágreinaði á slíkan hátt, at til ber at máta, hvar politiøkið er í mun til at náa málunum. Tað er eisini umráðandi, at samskift verður um innihaldið í strategiini bæði frá ovastu leiðslu, frá hvørjum einstøkum leiðara og á ein slíkan hátt, at starvsfólkið skilir hesa og javnan við samskifti og við umhugsni kunnu síggja seg sjálvi aftur í mun til at gera strategina virkna.
Sum tað framgongur, hevur ovasta leiðsla valt at lýsa strategiina fyri politiøkið á ein øðrvísi hátt enn gjørt undanfarin ár. Tað er tí mín vón, at langtíðarstrategiin fyri 2016-2020 av hvørjum einstøkum, er greið bæði í orð og talu. Við uppfylging av strategiini bæði frá ovastu leiðslu og leiðarunum, vilja vit tryggja, at strategiin verður stýringsamboðið fyri okkara strategi og soleiðis, sum hon er tilætlað. Eg síggi fram ímóti, at øll starvsfólkini og leiðararnir koma við góðum hugskotum og ítøkiligum verkætlanaruppskotum um, hvussu strategiin kann setast í verk. 

 

Virkisstrategiin fyri 2016 - 2020 hjá Føroya Politi

Nej tak til cookies