Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

21. januar 2019 15:20

Saknaði ferðamaðurin í Fugloy er nú eyðmerktur

Løgreglan hevur nú staðfest, hvør saknaði maðurin er, sum hvarv úti í Fugloy.

Løgreglan hevur nú staðfest, at maðurin sum hvarv úti í Fugloy um middagsleitið fríggjadagin hin 11. januar 2019, er tann 29 ára gamli Lukas G.

 

Pápi hansara kom til Føroya í gjárkvøldið, og hann hevur saman við løgregluni  sæð vakmyndir, sum eru tiknar av Lukasi, tá hesin kom í Vágar við flogfari tann 10. januar 2019. Ongin yvi er um, at myndirnar eru av Lukasi.

 

Pápin hevur í dag verið úti í Fugloy við tyrluni hjá Atlantic, har hann hevur sæð truplu umstøðurnar, sum helst eru orsøkin til, at sonurin er burtur, og ikki er funnin aftur.

 

Pápin er ovfarin av stóru leitingini og takkar hjartaliga øllum, sum hava luttikið, bæði á sjógvi, landi og úr luftini.

 

Hann fer heim aftur fríggjadagin.

 

Enn er umráðandi, at fólk sum halda seg vita okkurt um Lukas G., venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448.

 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

23. apríl 2024

Føroya Politi

Stongt

Allar avgreiðslur hjá politinum eru stongdar 25. og 26. apríl

18. apríl 2024

Føroya Politi

STONGT

Avgreiðslan hjá politinum á Tvøroyri hevur stongt 22. - 30. apríl.

16. apríl 2024

Føroya Politi

Dómur í sjáldsama stórum hashmáli

Ein samdur dómsmansrættur í Føroya Rætti dømdi í gjár tveir mans ávikavist 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing og 2 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað uml. 50 kg av hashi til Føroyar. Ein triði maður var eisini ákærdur í málinum, men hann bleiv fríkendur fyri at hava verið við til smuglingina.