Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

27. september 2018 00:00

Skuldsettur fyri dráp

Ein 23 ára gamal maður er nú skuldsettur fyri dráp.

MyNewsDesk photo

Mynd: Rigspolitiet

Politiið í Føroyum hevur tikið kanningararbeiðið uppaftur, viðvíkjandi illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen úr Hvannasundi, sum varð funnin deyð á sjónum í november 2012.

 

Kanningarnar í málinum viðførdu, at ein 23 ára gamal maður 11. juli 2018 varð skuldsettur fyri dráp. Skuldsetti varð avhoyrdur og noktaði seg sekan. 

Skuldsetti noktar at úttala seg til politiið.

 

15. august 2018 varð í tíðindaskrivið heitt á fólk, sum hildu seg vita okkurt um málið, um at venda sær til politiið. 

 

Hetta førdi við sær, at politiið fekk nýggjar upplýsingar í málinum.Politiið arbeiðir miðvíst við at avhoyra hesi fólk.

 

Tøkniliga menningin hevur eisini ført nýggjar kanningarmøguleikar við sær.

 

Enn er sera umráðandi at fólk, íð halda seg vita nakað um málið, venda sær til politiið.

 

Við atlitið til kanningararbeiðið, hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

23. apríl 2024

Føroya Politi

Stongt

Allar avgreiðslur hjá politinum eru stongdar 25. og 26. apríl

18. apríl 2024

Føroya Politi

STONGT

Avgreiðslan hjá politinum á Tvøroyri hevur stongt 22. - 30. apríl.

16. apríl 2024

Føroya Politi

Dómur í sjáldsama stórum hashmáli

Ein samdur dómsmansrættur í Føroya Rætti dømdi í gjár tveir mans ávikavist 2 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing og 2 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað uml. 50 kg av hashi til Føroyar. Ein triði maður var eisini ákærdur í málinum, men hann bleiv fríkendur fyri at hava verið við til smuglingina.