Tak niður appina DK Update
Nú kanst tú fáa stuttar fráboðanir frá Føroya Politi við eini app, sum eitur DK Update. Við appini fært tú eitt samlað yvirlit yvir áleikandi hendingar og mál. Eisini ber til at fáa boðini sum push-fráboðanir.
Appin er ókeypis og kann takast niður á App Store og Google Play:

RSS-tíðindatænasta
Eisini er møguligt at fáa Politi Update sum RSS-feed. RSS-feed er ein XML-fíla, og við hesari verða boðini frá politinum send beinleiðis til tykkara RSS-lesara. Fyri at fáa hesa tænastu er neyðugt at avrita leinkið til RSS-feed'ið niðanfyri og seta leinkjuna inn í tykkara RSS-lesara.