Spring til hovedindhold

Uppskot

Politi Update sum app ella RSS-tíðindatænastu

Tak niður appina DK Update ella melda til eitt RSS-feed fyri at fáa dagføringar og fráboðanir frá politinum um áleikandi hendingar, eitt nú um ferðsluviðurskiftir, svik-ávaringar og eftirlýsingar.

Tak niður appina DK Update

Nú kanst tú fáa stuttar fráboðanir frá Føroya Politi við eini app, sum eitur DK Update. Við appini fært tú eitt samlað yvirlit yvir áleikandi hendingar og mál. Eisini ber til at fáa boðini sum push-fráboðanir.

 

Appin er ókeypis og kann takast niður á App Store og Google Play:

DK Update QR-kode

RSS-tíðindatænasta

Eisini er møguligt at fáa Politi Update sum RSS-feed. RSS-feed er ein XML-fíla, og við hesari verða boðini frá politinum send beinleiðis til tykkara RSS-lesara. Fyri at fáa hesa tænastu er neyðugt at avrita leinkið til RSS-feed'ið niðanfyri og seta leinkjuna inn í tykkara RSS-lesara.

 

RSS-feed hjá Føroya Politi: https://via.ritzau.dk/rss/short-messages/latest?publisherId=13562882

RSS-tíðindatænastur hjá øllum politiøkjunum: https://via.ritzau.dk/rss/short-messages/latest