Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

13. juli 2022 17:09

4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing

Aftur í dag er ein straksdómur fallin í einum máli um innflutning av hashi.

Ein 26 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 2 kg. av hashi til Føroya við tí fyri eyga, at selja tað víðari.

Maðurin, sum er rumenskur ríkisborgari, kom til Føroya við flogfari í gjár. Í samband við tolleftirlitið var avdúkað, at maðurin royndi at smugla uml. 2 kg. av hashi, sum var fjalt í konservesdósum í viðførinum.

Maðurin játtaði, at hann hevði roynt at smugla hashið til Føroya, og tí var tað aftur í dag møguleiki at avgreiða eitt rúsevnismál við einum straksdómi í Føroya Rætti.

Maðurin bleiv dømdur 4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing. Av tí, at maðurin er rumenskur ríkisborgari, sum einki tilknýti hevur til Føroya, kravdi ákæruvaldið, at maðurin skuldi útvísast úr Føroyum, og at tað skuldi knýtast eitt 5 ára innferðarbann til útvísingina. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Av tí, at maðurin við dóminum bleiv vístur úr Føroyum, kravdi ákæruvaldið eisini, at maðurin skuldi fongslast eftir dómin, og at hann skal sita til útvísingin kann fremjast. Eisini hesum tók Føroya Rættur undir við.

Maðurin móttók dómin.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

29. mai 2026

Føroya Politi

Trý fólk handtikin í stórum máli um kokain

Føroya Politi handtók í gjárkvøldið trý fólk í sambandi við kanningarbeiði í stórum rúsevnismáli. Fólkini eru skuldsett fyri at hava smuglað fimm kg av kokaini til Føroya og eisini fyri at hava selt størstapartin av hesum í Føroyum.

18. mai 2026

Føroya Politi

Málið móti skiparanum á Galaxy slept

Ákæruvaldið hjá politinum í Føroyum hevur slept skuldsetingini móti skiparanum á ferðafólkaskipinum Galaxy. Ákæruvaldið metir ikki, at próvbyrðan kann lyftast og fer tí ikki víðari við málinum.

30. apríl 2026

Føroya Politi

Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøkið

Í sambandi við, at fyrrverandi sýslumaðurin fyri norðurøkið, Jacob Vestergaard, er farin í landsstýrið, er Kári Thorsteinsson settur sum sýslumaður fyri norðurøkið.