Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

13. juli 2022 16:09

4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing

Aftur í dag er ein straksdómur fallin í einum máli um innflutning av hashi.

Ein 26 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 2 kg. av hashi til Føroya við tí fyri eyga, at selja tað víðari.

Maðurin, sum er rumenskur ríkisborgari, kom til Føroya við flogfari í gjár. Í samband við tolleftirlitið var avdúkað, at maðurin royndi at smugla uml. 2 kg. av hashi, sum var fjalt í konservesdósum í viðførinum.

Maðurin játtaði, at hann hevði roynt at smugla hashið til Føroya, og tí var tað aftur í dag møguleiki at avgreiða eitt rúsevnismál við einum straksdómi í Føroya Rætti.

Maðurin bleiv dømdur 4 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing. Av tí, at maðurin er rumenskur ríkisborgari, sum einki tilknýti hevur til Føroya, kravdi ákæruvaldið, at maðurin skuldi útvísast úr Føroyum, og at tað skuldi knýtast eitt 5 ára innferðarbann til útvísingina. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Av tí, at maðurin við dóminum bleiv vístur úr Føroyum, kravdi ákæruvaldið eisini, at maðurin skuldi fongslast eftir dómin, og at hann skal sita til útvísingin kann fremjast. Eisini hesum tók Føroya Rættur undir við.

Maðurin móttók dómin.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

16. september 2026

Føroya Politi

Vilt tú vera partur av nýggju fyribyrgingareindini hjá Føroya Politi?

Føroya Politi styrkir nú tað kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið við at seta á stovn eina fyribyrgingareind, og tí søkja vit eftir tveimum starvsfeløgum. Av tí at talan er um eina nýggja eind, fært tú møguleika at vera við til at byggja víðari upp á verandi royndir, samstundis sum vit skulu ganga nýggjar leiðir og menna nýggj hugskot.

8. september 2026

Føroya Politi

Ríkispolitiið staðfest feilir í strikingum í revsimálaskránni

Ríkispolitiið hevur staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret). Feilurin varð funnin í sambandi við eitt ítøkiligt mál í juni, har ein fellandi avgerð, ið átti at verið skrásett, ikki var tað.

12. august 2026

Føroya Politi

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.