Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

8. september 2026 12:03

Ríkispolitiið staðfest feilir í strikingum í revsimálaskránni

Ríkispolitiið hevur staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret). Feilurin varð funnin í sambandi við eitt ítøkiligt mál í juni, har ein fellandi avgerð, ið átti at verið skrásett, ikki var tað.

Fyrisitingarligi depilin hjá politinum (Politiets Administrative Center, PAC) og Ríkispolitiið hava síðani arbeitt við at kanna orsøkina til feilin, hvussu umfatandi feilurin er, og hvørjar avleiðingar hetta møguliga kann hava.

 

„Tað er sera álvarsligt, at feilur er í revsimálaskránni, tí skráin er eitt týðandi arbeiðsamboð hjá politinum. Vit gera tí alt, sum vit kunnu, fyri at endurskapa avgerðirnar, sum av órøttum eru strikaðar,“ sigur ríkispolitistjórin Lasse Boje.

 

Fyribils kanningar vísa, at avgerðirnar í revsimálaskránni eru rættar í minsta lagi í eitt tíggju ára tíðarskeið frá 2021. Møguligar avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, eru tí avmarkaðar til avgerðir, sum eru tiknar fyri 2011. Við støði í hesum metir Ríkispolitiið, at feilurin ikki hevur týdning fyri privatar og almennar revsiváttanir, av tí at hesar ikki innihalda avgerðir, sum eru eldri enn 10 ár. Feilurin kann tó hava týdning fyri onnur mál, eitt nú fyri viðgerðina av barnaváttanum.

 

PAC hevur funnið 48 avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, og hesar avgerðir eru nú skrásettar aftur í revsimálaskránni. PAC hevur eisini kannað, um hesar avgerðir hava manglað á útflýggjaðum barnaváttanum. Tað hevur ikki víst seg at vera galdandi.

 

Ríkispolitiið arbeiðir framvegis við at kanna, hvussu umfatandi trupulleikin er, og hvørt tað ber til at endurskapa tær avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar.

 

Útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum er tí fyribils sett í bíðistøðu. Ríkispolitiið væntar innan stutta tíð at taka støðu til, um viðgerðin kann byrja aftur.

 

Síðani Ríkispolitiið gjørdist varugt við ítøkiliga málið, eru ikki fleiri óheimilaðar strikingar av fellandi avgerðum gjørdar.

 


/////

 

Rigspolitiet har konstateret slettefejl i kriminalregisteret

I forbindelse med en konkret sag i juni er Politiets Administrative Center (PAC) blevet opmærksom på, at oplysninger om en fældende afgørelse, der burde være registreret i Kriminalregisteret, ikke var registreret.

 

På den baggrund har PAC og Rigspolitiet indledt en afdækning af, hvori fejlen består, hvad den nærmere årsag til fejlen er, hvornår fejlen er opstået, omfanget af fejlen, og hvilke konsekvenser fejlen kan have.

 

"Det er meget alvorligt, at der er fejl i Kriminalregisteret, fordi Kriminalregisteret er centralt i håndteringen af lovovertrædelser og kriminelle sager i Danmark. Vi gør derfor alt, hvad vi kan, for at få genskabt de slettede afgørelser", siger rigspolitichef, Lasse Boje.

 

Det er på baggrund af de foreløbige undersøgelser Rigspolitiets vurdering, at KR indeholder et korrekt billede af afgørelser i mindst en 10-årig periode fra 2021, og at afgørelser der dermed fejlagtigt måtte være slettet for tidligt i KR vil være begrænset til afgørelser truffet før 2011.

 

Da straffeattesterne ikke indeholder afgørelser, der er mere end 10 år gamle, vurderer Rigspolitiet på det foreliggende grundlag, at fejlen ikke indebærer, at der mangler afgørelser på private og offentlige straffeattester. Fejlen vurderes dog at kunne have betydning for andre sager, herunder behandlingen af børneattester.

 

PAC har nu identificeret 48 afgørelser på baggrund af data fra 2021 og frem, som uretmæssigt er blevet slettet i perioden. Disse afgørelser er blevet genregistreret i kriminalregistret. PAC har samtidig undersøgt, om disse afgørelser har manglet i udstedte børneattester, og det er ikke tilfældet.

 

Et større arbejde med at afdække problemets omfang, herunder om fejlagtigt slettede afgørelser kan genskabes, er sat i gang internt i politiet, ligesom relevante myndigheder og organisationer bliver orienteret om sagen. Derudover undersøges håndteringen af visse data, der er opbevaret for længe.

 

Udstedelsen af børneattester og våbentilladelser er aktuelt sat i bero. Rigspolitiet forventer inden for kort tid at tage stilling til, om behandlingen skal genoptages.

 

Der er ikke foretaget uretmæssige sletninger af fældende afgørelser, siden Rigspolitiet blev bekendt med den konkrete sag.

 

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

12. august 2026

Føroya Politi

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.

6. august 2026

Føroya Politi

Ávaring um víðfevnd sms-svikálop

Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Talgildu Føroyum ella øðrum myndugleika. Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr.

8. juli 2026

Føroya Politi

Tvey leys størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.