Hvat vil tað siga at hava danskan heimarætt?
Tað vil siga, at man hevur rættindi og skyldur í mun til Danmark, herundir Føroyar og Grønland.
Viðgerðartíðin uppá umsókn um heimarætt er umleið 19 mánaðar, og kostnaður fyri at lata umsóknina inn er 1200kr.
Eitt av krøvunum fyri at fáa danskan heimarætt er, at umsøkjarin uttan at umskriva ella brúka onnur mál, kann luttaka í einari samrøðu á føroyskum ella donskum.
Hvat viðførir danskur heimarættur?
Rætt til at uppihalda tær og arbeiða í danska ríkinum
Rætt til eitt danskt pass
Valrætt til fólkatingsval og løgtingsval
Rætt til sosialar veitingar
Rætt til hjálp, um tú kemur í trupulleikar uttanfyri danska markið
Hvør kann fáa danskan heimarætt?
• Um man er føddur eftir 3. august 2019, fær man danskan heimarætt við føðing, um mamman ella pápin eru donsk.
• Er man føddur áðrenn 3. august 2019 við útgangsstøði í, hvørjar reglur vóru galdandi tá.
• við váttan um man er norðurlendskur ríkisborgari, ella áður hevur verið danskur ríkisborgari
• við lóg, eftir at hava latið umsókn inn til Ríkisumboðið.
Sambært § 44 í gundlógini kann ein útlendingur fáa danskan ríkisborgararætt við lóg (naturalisation) Fyri at fáa danskan ríkisborgararætt skal man uppfylla nakrar treytir. Til dømis:
Uppihald í danska ríkinum
At kunna forsyrgja sær sjálvum
Levnaðarváttan (politiið umbiður)
Málførleiki
Almen vitan
Uppihald