Føroysku koyrikortini verða útgivin og umsitin av Akstovuni.
Umbýtið av koyrikorti fer fram við at venda sær til Akstovuna ella til politistøðinar uttan fyri Tórshavn.
Væntast kann eina avgreiðslutíð uppá 1 - 2 mánaðir. Lat tí umsóknina inn í góðari tíð. Tú fært útflýggjað eitt fyribils koyrikort sum prógv fyri, at tú hevur førararætt meðan umsóknin verður viðgjørd.
Meira kunning er at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni.
Hvat skal havast við
Gamla koyrikortið
Andlitsmynd stødd 35x45 mm við navninum á umsøkjaranum skrivað aftanfyri
Dóps ella navnaseðil ella vígslubræv um tú hevur broytt navn
Læknaváttan um tú ert eldri enn 75 ár ella um koyrikortið hevur avmarkaða gildistíð vegna heilsuligar umstøður
Kvittan fyri at upphæddin er goldin