Sambært kunngerð nr. 59 frá 6. mai 2021 Kunnu píkadekk nýtast í Føroyum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 14. mai.
Á persónbilum ella akførum upp til 3500 kg, skulu øll dekk vera av somu typu. Tað vil siga: 4 píkadekk, 4 vetrardekk merkt M+S (mud & snow) ella 4 summardekk. Einki undantak.
Frá 1. december til 1. apríl, um hálka er, eru summardekk forboðin, um ikki ketur verða nýttar.
M & S dekk (vetrardekk) ella píkadekk skulu í hesum tíðarskeiði, um hálka er, hava eina mynsturdýpd á í minsta lagi 3 mm., og er hetta galdandi fyri øll akfør, tvs. Prutl, bussar lastbilar, persónbilar osv.
Á persónbilum ella bilum við totalvekt á max. 3500 kg, skulu dekkini altíð hava eina mynsturdýbd á í minsta lagi 1,6 mm., og á bilum yvir 3500 kg., skulu dekkini hava eina mynsturdýpd á í minsta lagi 1 mm.
Á lastbili er einans krav til somu typu av dekkum á sama aksli, soleiðis at skilja, at píkar kunnu vera á dekkunum aftan og vetrardekk á framman.
Motorsúkklur og prutl skulu hava eina mynsturdýpd á í minsta lagi 1 mm.