Fyri at kunna hava almennar framførðslur, herundir konsertir, drive in bio, og mentunartiltøk krevst eitt loyvi. Hetta loyvið kallast hissiniloyvi, og tað merkir at loyvir bert er galdandi í eitt ávíst tíðarskeið.
Skrúðgongur og úti fundir skulu boðast frá við at ringja 114, og hetta skal gerast í seinast lagið 24 tímar áðrenn tiltakið verður.
Tiltøk sum: lutaseðlasøla, bingo, eydnuhjól, og tílíkt, verður víst til Taks.
Umsókn um hissiniloyvi verður viðgjørd av politinum, sum sendir umsóknina til viðkomandi kommunu til ummælis, um tað er neyðugt. Umsóknin skal vera politinum í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið. Gevið gætur at tað ikki er loyvt at lýsa við tiltakinum, fyrr enn loyvi er fingið frá politinum.
Umsókn um hissiniloyvi skal sendast til loyvispostkassan