Manningarlisti
Skip sum koma í føroyska havn, skulu í minsta lagi 24 tímar áðrenn tey leggja at, senda ein teldupost til UKA postkassan, saman við einum manningarlista.
Her ber til at taka niður ein manningarlista at útfylla í samband við, at skip sum hevur verið uttanfyri 12 fjóðringamarkið í meira enn 36 tímar, leggur at landi í Føroyum.
Av- og ámynstring
Tá av- og ámynstrað verður, skal fráboðan sendast politinum til UKA postkassan við upplýsingum um hvar og nær av- ella ámynstringin fer fram. Harafturat skal avrit av passi og møguligum visum hjá sjómanninum sendast við. Er talan um sjómann frá sokallaðum 3. landi er krav at sjómaðurin hevur Schengenvisa "valid for Faroe Islands" um sjómaður bert hevur Schengenvisa, ber til at senda umbøn um lukkaðan flutning.
Lukkaður flutningur
Umbøn um lukkaðan flutning skal sendast til UKA postkassan. Umbønir verða bert viðgjørdar gerandisdagar. Um umbønin er UKA deildini í hendi áðrenn kl. 10, verður hon viðgjørd sama dag. Umframt avrit av passi og visum, skal hetta skal liggja við, fyri at umbønin kann viðgerðast:
Hetta skal liggja við
Hvar skipið er skrásett