Spring til hovedindhold

Uppskot

Vakmyndatól

1. januar 2021 kom ein nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Endamálið við nýggju løgtingslógini er at tryggja eina dagførda og tíðarhóskandi løgtingslóg um at yvirvaka við vakmyndatóli, sum tekur atlit til rættin hjá persónum ikki at vera fyri óneyðugari og inntrívandi privatari yvirvøku í almenna rúminum. Samstundis verða neyðug atlit tikin til, at tað í ávísum førum kann verða neyðugt at yvirvaka, m.a. fyri at økja um tryggleikan og fyri at fyribyrgja lógarbrotum.

 

Fráboðanarskjal um vakmyndatók kann fáast her á síðuni ella á www.dat.fo 
Skjalið skal útfyllast og sendast Dátueftirlitinum við telduposti á dat@dat.fo.

 

Les vegleiðing um lógtingslóg um vakmyndatól her. Fyri meira kunning vitjað heimasíðuna hjá Dátaeftirlitinum

 

 

Leinkjur