Spring til hovedindhold

Uppskot

Vápn

Sambært løgtingslóg um vápn er tað politiið sum gevur loyvi til at eiga og brúka rifflu í Føroyum
Treytirnar fyri tey trý sløgini av riffluloyvum
Er ætlað til nýtslu til veiðu í útlandinum.

Loyvið er treytað av, at umsøkjarin hevur fylt 18 ár, hevur galdandi vápnaprógv, hevur staðið trygdarskeið í nýtslu av vápni (her kann t.d. danskt jagttegn síðustillast) og at vápnið er skrásett hjá Umhvørvisstovuni. Loyvið kann til eina og hvørja tíð afturkallast.

Loyvið er bert galdandi fyri goymslu av vápninum og gevur ikki loyvi at hava lóður í Føroyum.

Tá vápnið verður nýtt/flutt skal vápnaloyvið, Vápnaprógv og samleikaprógv havast við og vísast fyri polinum, tá tað verður kravt.

Hvørvur av vápninum/vápnalutum og vápnaloyvinum skal beinaveg meldast til politiið.

Vápnið skal goymast í einum trygdarskápi, ið er góðkent í minsta lagi við EN 1143-1 grade 0 ella einum trygdarstigi, ið svarar til. Trygdarskáp ið viga undir 1000 kg skulu vera forsvarliga fest í gólv, vegg eller tílíkt.

Vápnið kann bara lánast út til ein persón við galdandi loyvi til vápnið/vápnalutin.

Á loyvinum verður eisini loyvi givið til inn- og útflutning.

Loyvið er galdandi í 1 ár
Er ætlað bóndum at skjóta varg og annað tílíkt við.

Umsókn verður latin politinum við grundgeving fyri, hví neyðugt er at hava riflu til endamálið.

Á loyvinum skal standa hvat vápnið kann brúkast til. Til at skjóta seyð stendur bóndin fyri loyvunum, men navnið á garðinum, matriklar skulu standa á loyvinum, av tí at loyvið bert er galdandi á jørðini sum hoyrir til garðin, ella sum garðurin ræður yvir. Loyvið er galdandi til at skjóta seyð, sum ikki ber til at reka.

Loyvið er treytað av, at umsøkjarin hevur fylt 18 ár, hevur galdandi vápnaprógv, hevur staðið trygdarskeið í nýtslu av vápni og at vápnið er skrásett hjá Umhvørvisstovuni. Loyvið kann til eina og hvørja tíð afturkallast.

Loyvt verður í mesta lagi givið at keypa 100 patrónir um árið.

Tá vápnið verður nýtt/flutt skal vápnaloyvið, Vápnaprógv og samleikaprógv havast við og vísast fyri polinum, tá tað verður kravt.

Hvørvur av vápninum/vápnalutum og vápnaloyvinum skal beinaveg meldast til politiið.

Vápnið skal goymast í einum trygdarskápi, ið er góðkent í minsta lagi við EN 1143-1 grade 0 ella einum trygdarstigi, ið svarar til. Trygdarskáp ið viga undir 1000 kg skulu vera forsvarliga fest í gólv, vegg eller tílíkt.

Vápnið kann bara lánast út til ein persón við galdandi loyvi til vápnið/vápnalutin.

Tað er í mesta lagi loyvi at innstilla og eftirlitsskjóta vápnið 4 ferðir um árið.

Loyvið er galdandi í 2 ár.
Er ætlað t.d. alibrúkum, flogvøllinum og sílaveiðifelagnum at skjóta fugl og kóp við.

Umsókn verður latin politinum við grundgeving fyri, hví neyðugt er at hava riflu til endamálið.

Á loyvinum skal standa hvat vápnið kann brúkast til. Til at skjóta kóp stendur alifelagið fyri loyvunum, men navnið á teimum sum nýta vápnið og hvar tað kann nýtast skulu standa á loyvinum, av tí at loyvið bert er galdandi á aliøkinum sum hoyrir til felagið. Loyvið er galdandi til at skjóta skaðaelvandi kóp.