Spring til hovedindhold

Uppskot

Transferloyvi

Søk um transferloyvi, loyvi til avmynstring og ámynstring og loyvi til manningarskifti.

Manningarlisti

Skip, sum koma í føroyska havn, skulu í minsta lagi 24 tímar áðrenn tey leggja at senda ein teldupost til  UKA (Marknaeftirlitsdeildin hjá Føroya Politi) saman við einum manningarlista.

 

Her ber til at taka niður manningarlista at útfylla í samband við, at skip, sum hevur verið uttan fyri 12 fjóðringamarkið í meira enn 36 tímar, leggur at landi í Føroyum.

 

Av- og ámynstring

Tá av- og ámynstrað verður, skal fráboðan sendast til UKA (Marknaeftirlitsdeildin hjá Føroya Politi) við upplýsingum um, hvar og nær av- ella ámynstringin fer fram. Harafturat skal avrit av passi og møguligum visum hjá sjómanninum sendast við. Tá talan um sjómann frá sokallaðum 3. landi, er tað krav, at sjómaðurin hevur Schengenvisa, sum er "valid for Faroe Islands". Um sjómaðurin bert hevur Schengenvisa, ber til at senda umbøn um lukkaðan flutning. 

 

Lukkaður flutningur

Umbøn um lukkaðan flutning skal sendast til UKA (Marknaeftirlitsdeildin hjá Føroya Politi). Umbønir verða bert viðgjørdar gerandisdagar. Um umbønin er UKA-deildini í hendi áðrenn kl. 10, verður hon viðgjørd sama dag. Umframt avrit av passi og visum skulu hesar upplýsingar vera við fyri at umbønin kann viðgerðast:

Hetta skal liggja við
Dagurin tá manningarskifti fer fram 
Manningarskifti skal fara fram í góðkendari havn 
Navn á skipinum og møguligt IMO nummar, kallinavn ella havnakenningarnummar.
Her vilja vit vita um talan er um frakt-/ fiski/- ella ferðamannaskip

Hvar skipið er skrásett

Býur og land har skipið kemur frá og hvar skipið er á veg
Hvussu nógv sjófólk skulu av-/ ella ámynstrast