Kanna, um tín internetútbjóðari verjir teg ímóti filmum og myndum av kynsligum ágangi ímóti børnum.
Internetútbjóðarar kunnu við einum filtri blokera fyri atgongdini til internetadressur, um løgreglan veit, at hesar hava filmar ella myndir við kynsligum ágangi ímóti børnum.
Um tú trýstir á knøttin niðanfyri og kemur fram á eina síðu við einum reyðum STOP-knøtti, er tín internetútbjóðari við í blokeringsskipanini ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.
Um tú hinvegin kemur fram á “tað ber ikki til at síggja síðuna”, ella um síðan er blonk, er tín internetútbjóðari ikki við í blokeringsskipanini.
Kanna tín internetútbjóðara
Gevið gætur!
Um tú kannar blokeringsskipanina, meðan tú ert á tínum arbeiðsplássi, deilir net við øðrum í einum íbúðarhúsi ella okkurt líknandi, kann orsøkin til, at tú ikki sært STOP-knøttin, vera, at netverksuppsetingin ikki nýtir tann sonevnda DNS-servaran hjá útbjóðaranum. Hetta ber til at fáa váttað ella avsannað hjá tí, sum umsitur netið.

Um blokeringsskipanina
Hugtakið kynsligur ágangur ímóti børnum fevnir um filmar ella myndir av kynsligum ágangi ímóti børnum undir 18 ár.
Um so er, at ein brúkari roynir at nýta kagan til at fáa atgongd til eina heimasíðu, sum er blokerað, kemur ein reyður STOP-knøttur fram við upplýsingum um, at heimasíðan er blokerað vegna ólógligt innihald.
Politiið savnar saman við m.a. Red Barnet, internetútbjóðarum og altjóða samstarvsfeløgum upplýsingar um heimasíður, sum innihalda ólógligar filmar ella myndir av kynsligum ágangi ímóti børnum.
Vit meta um og skjalprógva innihaldið á hvørjari einstakari heimasíðu, áðrenn upplýsingarnar um heimasíðuna verða sendar internetútbjóðaranum. Tað er internetútbjóðarin, sum blokerar fyri atgongdini til heimasíðuna.

Innihaldið er ólógligt, um tað er í stríð við § 236 í revsilógini, sum fevnir um pornografiskar myndir, filmar og aðrar pornografiskar sjónbærar útgávur ella líknadi, sum eru av persónum undir 18 ár.
Endamálið við blokeringsskipanini er at avmarka, at tað ólógliga tilfarið, sum § 236 í revsilógini fevnir um, verður deilt út og at avmarka, hvussu atkomiligt tað er á netinum.
Blokeringsskipanin ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum á netinum varð sett í verk á heysti 2005 av ymiskum internetútbjóðarum, Red Barnet og løgregluni.
Um tú ynskir at verða partur av blokeringsskipanini, skalt tú seta teg í samband við tín internetútbjóðara ella tann, sum umsitur netið, t.d. títt bústaðarfelag ella títt virki.
Um tú ikki veist, hvør tín internetútbjóðari er, kanst tú gera soleiðis:
- Finn tína IP-adressu á ripe.net á høgru síðu eftir tekstin: “Your IP Address is”
- Avrita og set tína IP-adressu í tann hvíta leititeigin omanfyri, sum eitur “RIPE Database Search” (whois)
- Trýst á myndina av sjóneykuni fyri at leita
- Tú fært síðani upplýsingar um tín internetútbjóðara ella tann, sum umsitur netið