Spring til hovedindhold

Uppskot

Grooming

Grooming er, tá ein vaksin við snildum framferðarhátti uppbyggir eitt samband (í hesum førinum á netinum) við eitt barn, har barnið fær álit á tí vaksna, soleiðis at tann vaksni seinni kann fremja kynsligan ágang ímóti barninum. Tó skal sigast, at grooming ikki bert rakar børn, men eisini vaksin.

Set teg í samband við politiið – vit hjálpa tær

Fráboðanin skal helst meldast til politiið, sum hoyrir til tað økið, har hendingin er farin fram. Ring til okkara á 114 ella møt persónliga upp á eini politistøð.

Politistøðir
Sig nei til grooming

Europol hevur sum liður í einum átaki framleitt tvær teknirøðir og ein stuttan film um grooming.

 

Filmurin tekur útgangsstøði í veruligum dømum um grooming og vísir, hvussu gjøgnumhugsað brotsfólkini eru. Filmurin vísir samstundis, hvussu tú kanst sleppa tær undan at enda í líknandi støðum, um tú ert ílætin til at gjøgnumskoða hættirnar hjá brotsfólkunum og fylgir yvirskipaða boðskapinum í átakinum:
Sig nei til grooming.

 

Grooming-teknirøð við dreingi

Grooming-teknirøð við gentu

Filmur um grooming

 

 


Hvat er grooming?

 

Grooming er eitt enskt orð, sum upprunaliga merkir røkt og snáking av onkrum t.d. av hári, skeggi ella eitt nú skinninum á einum djórum.   


Hugtakið verður í altjóða høpi nýtt sum heiti fyri tilburðir á netinum, har ein vaksin persónur við snildum framferðarhátti uppbyggir eitt samband ímillum sín og ein ómyndigan persón, har tann ómyndigi fær álit á tí vaksna.

Endamálið við at uppbyggja hetta álitissambandið er at fremja kynsligan ágang ella at lokka tann ómyndiga persónin til at senda nakinmyndir av sær sjálvum.