Spring til hovedindhold

Uppskot

Sextortion

Sextortion er sett saman av ensku orðunum sex og extortion, har tað seinna merkir, at onkur verður kroystur ella noyddur til eitthvørt. 

 

Sextortion lýsir tilburðir, har ein persónur lokkar ein ómyndigan persón til at vísa seg naknan og kynsliga framman fyri einum myndatóli ella onkrum tóli, sum filmar, ofta við eini lygn um at vera javngamal.

 

Síðani verður tann ómyndigi persónurin hóttur við, at myndirnar og filmarnir verða almannakunngjørd, um hann ikki rindar pening, luttekur í kynsligum gerðum, sum fara enn longur út um mark ella møguliga í síðsta enda møtist fyri at hava samlegu við tann vaksna.

 

Set teg í samband við politiið – vit hjálpa tær

Fráboðanin skal helst meldast til politiið, sum hoyrir til tað økið, har hendingin er farin fram. Ring til okkara á 114 ella møt persónliga upp á eini politistøð.

Politistøðir
Hentar Leinkjur