Á síðuni her fært tú svar upp á nakrar av teimum spurningunum, sum tú møguliga hevur – antin tí tú hevur verið úti fyri neyðtøku ella onkrum øðrum kynsligum ágangi ella tí tú ert avvarðandi at einum, sum hevur upplivað hetta.
Set teg í samband við politiið – vit hjálpa tær
Fráboðanin skal helst meldast til politiið, sum hoyrir til tað økið, har hendingin er farin fram. Ring til okkara á 114 ella møt persónliga upp á eini politistøð.
Um neyðtøku og kynsligan ágang
Neyðtøka er, tá ein persónur verður tvungin til samlegu ella líknandi slag av kynsligari samveru. Neyðtøka er revsiverd eftir § 216 í revsilógini. Tríggjar treytir skulu vera møttar, áðrenn tað er møguligt at revsa fyri neyðtøku.
Kanska ivast tú í, um talan er um neyðtøku. Kanska vísti tú áhuga fyri brotsmanninum eina løtu, hevur verið úti við brotsmanninum, mussast ella hugna tær saman við honum í einari veitslu. Sama ger, hvat enn er hent áðrenn ágangin, og hvussu hugnaligt tað var at byrja við, kanst tú hava verið úti fyri neyðtøku. Tað kann eisini vera, at tú ert vísur í, at talan er um neyðtøku, men ert bangin fyri avleiðingunum av at melda tað.
Hóast tú ivast ella ert stúrin, er tað umráðandi, at tú fert til politiið. Tað eru fleiri orsakir til tess:
- Tú kanst hjálpa politiið við at forða fyri, at ein íð fremur neyðtøku gongur órevsaður og kann neyðtaka aftur.
- Tú fært boðið ein hjálparsakførara, sum kann hjálpa tær við at tryggja, at tíni rættindi og møguleikar verða fylgd. Sakførarin er ókeypis fyri teg.
- Tað kann vera ein stór hjálp hjá tær til at arbeiða teg ígjøgnum ágangin á tí sálarliga stignum – bæði her og nú og í longdini.
- Tað kann vera ein stórur lætti at siga frá áganginum til ein myndigan persón – um so endin er, at onkur verður dømdur ella ikki.
- Politiið hevur lært at tosa við fólk, sum hava upplivað kynsligan ágang, og kann hjálpa teimum víðari. Tær nýtist ikki at bera alt einsamallur.
Neyðtøka er ein álvarsom brotsgerð, sum eigur at verða meldað til politiið. Men tað kann vera trupult, tí eftir eina neyðtøku kunnu nógvir spurningar stinga seg upp. Her eru nakrar orsakir til, at tú møguliga drálar við at melda eina neyðtøku:
- Tú skammar teg og heldur, at tað er tín egna skyld, hóast tú als ikki hevur skyldina.
- Tú kennir møguliga brotsmannin, og tí heldur tú tað vera serliga torført at melda neyðtøkuna.
- Tú ert ikki vísur í, um tað er neyðtøka.
- Tú vilt helst gloyma alt.
- Tú ivast í, hvørjar avleiðingar tað fær fyri brotsmannin ella teg, um tú meldar ágangin.
- Tú kanst ivast í, hvat í veruleikanum hendi og minnist møguliga ikki alt.
- Tað kann vera, at tú ert ivasamur um og óttafullur fyri tilgongdini hjá politiið. Tað kann vera hart at skula hugsa aftur á tilburðin og greiða frá tí, sum hendi.
- Tú hevur hoyrt, at samtalurnar við politiið kunnu vera ódámligar.
- Tú kanst vera bangin fyri, hvussu onnur bera seg at, tá tú greiðir teimum frá neyðtøkuni. Verða tey ill? Kedd? Trúgva tey tær?
- Um brotsmaðurin er ein partur av teimum, tú kemur saman við, kanst tú vera bangin fyri at verða útihýstur úr vinaflokkinum.
- Tú ræðist brotsmannin.
Tá tú verður avhoyrdur um málið, hevur tú rætt til ein hjálparsakførara. Sakførarin kann bæði hjálpa tær við at siga tær, hvat hendir í málinum, og við at tryggja, at tíni rættindi og møguleikar verða vird.
Í teimum flestu førunum verður tú skjótt sendur til ein lækna at verða kannaður – kanningin fer fram á Landssjúkrahúsinum.
Læknakanningin skal nýtast sum prógv í einum møguligum rættarmáli og harafturat eisini, um tú ynskir at søkja um endurgjald eftir lógini um endurgjald fyri offur. Les meiri um læknakanningina longur niðri á síðuni.
Tú verður so skjótt sum gjørligt settur í samband við tann politistin, sum skal viðgera málið, og sum fer í djúpdina við tær um tað, sum hendi. Nær hendan samtalan fer fram, er m.a. treytað av, hvussu long tíð er liðin síðani ágangin, men hon fer altíð fram so skjótt sum gjørligt.
Viðvíkjandi kanningini er tað ein hjálp fyri politiið, um tú meldar ágangin so skjótt sum til ber, eftir at ágangurin er vorðin framdur. Tað er eitt gott hugskot at skriva tað niður, ella taka tað upp sum tú hevur upplivað, beint eftir, at tað er hent – t.d. hvat varð sagt ella gjørt og tað tú veist um brotsmannin (t.d. tín vitan og kennskapur til brotsmannin, serlig eyðkenni (hvussu sá hann út) og atferð (hvussu var atferðin hjá honum).
Uppgávan hjá politinum er at vera partleys og fáa sakina lýsta so væl, sum til ber. Hetta merkir, at vit skulu lýsa allar síður av málinum. Tað gera vit bæði við at spyrja nógvar opnar spurningar til tað, sum er hent, og við at spyrja um nakrar smálutir. Tað kann eisini vera neyðugt at spyrja um tað sama meir enn eina ferð. Vit spyrja um alt tað, sum vit av royndum vita, kann fáa týdning fyri málið.
Tað merkir eisini, at vit vegna kanningina mangan verða noydd at spyrja teg, um tú vart ávirkaður, um tú gjørdi mótstøðu, og hvørjum klæðum tú vart í. Hetta gera vit sjálvandi ikki, tí at vit geva tær skyldina fyri tað, sum er hent, men tí at vit so neyvt sum gjørligt – og frá øllum viðkomandi sjónarhornum – hava sum uppgávu at fáa greiðu á, lýsa og prógva tað, sum hendi, og hvussu tað hendi.
Um tú hevur verið úti fyri eini álvasamari brotsgerð sum neyðtøku, er tað heilt vanligt at vera illa skelkaður, og tað er ymiskt, hvussu fólk reagera. Summi verða ill, meðan onnur skammast. Politiið er útbúgvið til at handfara slíkar avhoyringarstøður, og vit vita, at tú ert í eini serliga sárbærari støðu og kanst vera sera ávirkaður av tí, sum tú hevur upplivað. Vit royna tað besta, vit kunnu, at fáa allar upplýsingarnar við beinanvegin, so tú ikki skalt avhoyrast oftari enn neyðugt.
Kanningin verður framd av lækna, sum eru útbúgvin til at kanna offur fyri kynsligum ágangi. Tað er upp til tín, um tú vilt luttaka í eini kanning, men hon er ofta týdningarmikil fyri at tryggja spor og prógv. Frágreiðingin hjá læknanum av møguligum skaðum skal nýtast sum prógv í einum møguligum rættarmáli, og um tú søkir endurgjald eftir lógini um endurgjald fyri offur. Um tú ert yngri enn 18 ár og skalt kannast av einum lækna, skal annað av foreldrunum sum útgangsstøði samtykkja kanningina.
Freistin fyri politifráboðan (72 tímar eftir at brotsgerðin er framd), sum eitt offur vanliga skal lúka fyri at kunna søkja um offurendurgjald frá Endurgjaldsnevndini, er ikki galdandi fyri mál, sum fevna um neyðtøku og onnur kynslig brotsverk. Tú kanst sostatt fáa offurendurgjald, hóast tú meldar neyðtøkuna seinni enn 72 tímar eftir, at ágangurin er framdur.
Um tú vart 18 ár ella eldri, tá ágangurin varð framdur, fyrnar málið eftir tíggju árum. Tað merkir, at eftir hetta ber tað ikki til at leggja eitt revsimál móti brotsmanninum fyri rættin.
Um tú vart yngri enn 18 ár, tá ágangurin varð framdur, verður fyrningarfreistin at rokna frá tí degi, tú verður 21 ár.
Tá málið er lýst til fulnar, avhendar politiið ákæruvaldinum málið, sum metir um prógvini. Metingin kann antin enda við, at ákæra verður reist ímóti viðkomandi, ella at málið verður slept. Um ákæra verður reist, verður málið avgjørd í einum dómstóli. Eitt mál verður slept, um ákæruvaldið metir, at neyðug prógv vanta í, til at viðkomandi verður dømdur, um málið skuldi enda í rættinum.
Um ein ikki hevur kunnað eyðmerkt brotsmannin, og um tað ikki er grundarlag hjá politinum at halda á við at kanna málið, kann málið verða steðgað. Tú fært altíð, óansæð hvat úrslitið verður, at vita, hvør endaliga metingin hjá politinum og ákæruvaldinum er.
- Samlega ella roynd at fremja samlegu við einum barni undir 15 ár. Samlega ella roynd at fremja samlegu við sínum stjúkbarni ella fosturbarni undir 18 ár.
- Samlega ella roynd at fremja samlegu við einum persóni undir 18 ár, sum er litin upp í hendurnar hjá viðkomandi í sambandi við undirvísing ella uppaling.
- Grov misnýtsla av aldri og royndum til at lokka ein persón undir 18 ár til samlegu ella roynd at fremja samlegu.
- Grov misnýtsla av bundinskapinum hjá einum persóni at hansara arbeiðs-, búskapar-, røktar- ella viðgerðarligum viðurskiftum til tess at fremja samlegu ella royna at fremja samlegu.
- Samlega ella roynd at fremja samlegu við einum persóni, sum heldur brotsmannin vera ein annan.
- Gera sær dælt av sinnisjúkuni ella sálarliga menningartarninum hjá einum persóni til tess at fremja samlegu ella royna at fremja samlegu.
- Fyri starvsfólk t.d. í brotsmannaumsorganini, politinum, stovnum ella tilhaldsstøðum at hava samlegu ella royna at hava samlegu við einum persóni, sum er í varðhaldi hjá teimum.
Blygdanarskemd er eitt annað dømi um kynsliga skemming. Tað er, tá onkur fer út um mark, fyri hvat onnur halda vera hóskandi ella natúrligt. Dømi um hetta kunnu vera, um ein persónur følir upp á ein annan í einum bussi, ella um ein persónur vísir síni kynsgøgn fram ella onanerar á almennum støðum.
Hetta ger politiið, tá tú meldar neyðtøku
Lýsir møguligar sjónligar skaðar og tekur myndir av tær. Greiðir frá, hvussu tú sigur teg hava tað. Frágreiðing og myndir verða brúktar sum prógv í einum møguligum rættarmáli.
Savnar inn ymiskt týðandi, sum kann brúkast sum prógv.
Biður um læknakanning av tær. Hetta krevur títt samtykki, og kanningin verður løgd í málið sum prógv.
Savnar saman teknist tilfar, um nakað er og um tað er týðandi fyri málið.
Kannar gerningsstaðið, tú hevur greitt okkum frá.
Slóðir og tryggjaðir lutir verða gjølla kannað av teknikarum hjá politinum ella á Retskemisk Institut.
Er illgruni um, at tú hevur fingið rúsandi evni í drykkin og hevur verið fyri sokallaðari ”drugrape”, kannar Retskemisk Institut, um spor eru eftir rúsevnum. Sporini verða tryggaði við hárroynd, sum verður tikin beinanvegin, og eftir 6 vikum.
Leitar eftir møguligum vitnum. Finna vit tey, verða tey avhoyrd.
Verður tann mistonkti funnin, verður viðkomandi handtikin og skuldsettur, um grundarlag er fyri tí.
Serstøk viðurskifti fyri órættaði undir 18 ár
Ert tú undir 15 ár, verður tú videoavhoyrdur. Hesin mátin at avhoyra ger, at tú seinni ikki nýtist at verða avhoyrdur í rættinum.
Ert tú undir 15 ár, skal politiið kunna kommununa, tí kommunan skal í summum førum senda eitt umboð við til avhoyringina.
Ert tú millum 15-18, verður tú møguliga videoavhoyrdur.
Ert tú undir 18 ár og skal kannast av lækna, skal vanliga annað av foreldrunum ella verji geva samtykki til kanningina.
Orsaka. Fáa ikki víst evnið.