Spring til hovedindhold

Uppskot

Ruffarí og menniskjahandil

Sig politinum frá, um tú veist nakað um ruffarí ella menniskjahandil. 
Ruffarí og menniskjahandil

Ein ruffari er ein persónur, sum vinnur pening upp á skøkjuvirksemi hjá øðrum. Ofta leigar hann ella hon kømur út til tann prostitueraða á einum bordelli og tekur harvið ein part av inntøkuni. Ein ruffari kann fáa fongsulsrevsing í upp til fýra ár.

Útlendsk prostitueraði koma oftast frá Asia, Eystur- og Miðevropa, Afrika og Suðuramerika. Í flestu førum fáa tey hjálp til ferðina frá einum bakmanni, og seinni skulu tey gjalda ferðakostnaðin aftur við inntøkuni frá teirra skøkjuvirksemi. 

Ruffarí er fevnt av § 233 í revsilógini. 

 

Menniskjahandil er, um ein persónur tvingar t.d. eina kvinnu at koma til Føroyar og hevur hana innilæsta, meðan hon útinnir tvingsilsarbeiði, t.d. skøkjuvirksemi. Menniskjahandil kann revsast við fongsulsrevsing í upp til átta ár. 

Menniskjahandil er fevndur av § 262 a í revsilógini.

Sig politinum frá um ruffarí og menniskjahandil.
 
Sig politinum frá um ruffarí og menniskjahandil