Spring til hovedindhold

Uppskot

Talgildur kynsligur ágangur

Hevur tú verið úti fyri, at onnur hava deilt myndir ella filmar, har tú luttekur nakin ella ert í einari kynsligari støðu, uttan at tú hevur givið samtykki?

Talgildur kynsligur ágangur er revsiverdur. Politiið viðmælir øllum, sum hava verið úti fyri talgildum kynsligum ágangi, til at melda tað. Tú kanst melda talgildan kynsligan ágang talgilt, ringja 114 ella møta upp á eini politistøð.

 

 

 

Set teg í samband við politiið – vit hjálpa tær

Fráboðanin skal helst meldast til politiið, sum hoyrir til tað økið, har hendingin er farin fram. Ring til okkara á 114 ella møt persónliga upp á eini politistøð.

Politistøðir
Hvat er talgilfur kynsligur ágangur?
Talgildur kynsligur ágangur (eisini nevnt hevndarporno) er ofta ein gerð, har nakinmyndir ella filmar/myndir av kynsligum slag verða deild víðari ella almannakunngjørd uttan samtykki frá tí avmyndaða persóninum.
Myndirnar og filmarnir verða ofta deild á netinum, við fartelefonum o.ø.
 

Tað kann vera avgerandi fyri viðgerðina av tínari fráboðan, at tann talgildi ágangurin kann skjalprógvast. Skjalprógvanin hjálpir politinum við at avdúka, hvat ítøkiliga er hent, og hvørjar reglur í revsilógini møguliga eru brotnar.

Um tilfarið, sum vísir brotsgerðina, verður strikað burtur, kann tað hava avleiðingar fyri møguleikarnar hjá politinum í at eftirkanna sakina, tí týdningarmikil prógv og spor kunnu hvørva. Tú eigur tískil altíð at spyrja politiið til ráðs, áðrenn tú møguliga roynir at strika tilfarið.

Um tú hevur verið úti fyri talgildum kynsligum ágangi, kanst tú hjálpa politinum við at taka tilfarið niður á telduna, har tú ert avmyndaður og har okkurt sæst, sum er brot á revsilógina. Ver varur við, at tú ikki leitar eftir ella tekur niður tilfarð, sum avmyndar onnur, sum eru úti fyri ágangi, tí hetta kann vera revsivert.

Harumframt er tað ein hjálp, um tú tekur myndir av skíggjanum, sum vísa tað ólógliga tilfarið á tí heimasíðuni, har tað er deilt. Royn og fá allar upplýsingarnar á skíggjanum sjónligar. Tú finnur vegleiðingar um, hvussu tú tekur myndir av skíggjanum niðanfyri her.

Vel tað slagið, sum tú brúkar:

Windows-telda
Mac-telda
Iphone ella Ipad 

Um tú brúkar eina telefon ella ein teldil við Android, er mannagongdin treytað av merkinum og modellinum. 
Tað eru tveir hættir at senda politinum skjølini og prógvini. Meldar tú talgilda kynsliga ágangin talgilt, fært tú í frymlinum upplýsing um tann teldupostbústaðin, sum tú kanst brúka til at senda tíni skjøl og prógv til. Meldar tú ágangin á politistøðini, kann skjalprógvingin verða handað har ella verða send til ein teldupostbústað, sum tín málsviðgeri kunnar teg um.