Soleiðis gert tú
Føðibræv ella navnabræv og møguligt vígslubræv.
Um tú hevur haft pass fyrr og ikki hevur broytt navn, er bert neyðugt at hava gamla passið við.
Børn undir 18 ár skulu hava samtykki frá foreldramynduleikanum.
Til ber at prenta umsóknarblað út og útfylla tað. So er ikki neyðugt hjá báðum foreldrunum at koma við á politistøðina.
Børnini skulu við tá passið verður bílagt. Vit skulu máta hædd, barnið skal skriva undir og tey yvir 12 skulu taka fingramerkir.
Ónavngivin børn. Einstøk lond t.d. Ongland og USA kunnu ikki vátta, at ónavngivin børn sleppa til landið uttan trupuleikar. Um tú ynskir at fáa eitt pass til eitt ónavngivið barn, skal føðifráboðan havast við á politistøðina. Tá barnið er navngivið skal nýtt pass bíleggjast.
Í heilt serligum førum ber til at fáa fyribils pass, tá tað er ov seint at bíleggja nýtt pass, ella leingja passið tú longu hevur.
Tað kostar 115 kr. fyri børn og 600 kr. fyri vaksin at bíleggja eitt fyribils pass. Um tú samstundis bíleggur eitt vanligt pass, skulu vit brúka tvær myndir, og prísurin er tá tann sami sum fyri eitt vanligt pass.
Fyribils pass er bert galdandi til eina ferð og skal latast inn tá ferðin er liðug, ella tá tú avheintar nýggja passið.
Gev gætur, at tað ikki eru øll lond ið góðtaka fyribilspass. Her er eitt yvirlit yvir hvørji krøv ymisku londini hava
Gjørt verður vart við, at passmyndugleikin altíð kann krevja, at tú leggur fram onnur samleikaprógv enn tey frammanfyri nevndu ella svarar settum samleikaspurningum. Um neyðugt, kann passmyndugleikin krevja, at tú møtir saman við øðrum persóni, ið kann vátta samleika tín.
Prísir
Aldur | Kostnaður |
0-11 ár | 115 kr. |
12 til 17 ár | 140 kr |
18 til 66 ár | 625 kr. |
67 ár og eldri | 375 kr. |
Myndir
Passmyndin skal vera bringumynd uttan høvuðklæði, skal líkjast væl og ikki vera eldri enn 1 ár.