Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Eftirlýsing

26. august 2019 00:00

Eftirlýsing

Hevur tú sæð nakað?

Í samband við rán av ryggsekki frá persóni á gongubreytini á vegamótinum R.C. Effersøesgøtu/-Gripsvegur í Tórshavn 27. juli 2019, umleið kl. 03.00, sóknast politiið eftir møguligum vitnum til tilburðin.

 

Brotsmaðurin verður lýstur soleiðis:

  • Maður
  • ljósur í húðini
  • millum 30 og 35 ár
  • Umleið 175 høgur
  • vanligur av bygningi
  • breitt andlit
  • stutta pannu
  • breiðar herðar
  • ramligur
  • myrkt, stutt hár
  • skeggstubbar,
  • ílatin gráa blusu ella t-shirt og
  • 3/4 gráar joggingbugsur við grønum liti niðast.

tekning av brotsmanni

mynd av ryggsekki

 

Um tú kennist við brotsmannin út frá lýsingini, tekningini ella hevur sæð ryggsekkin, verður tú vinarliga biðin um at venda tær til politiið

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

1. oktober 2019

Føroya Politi

Maður saknaður

31 ára gamal franskmaður saknaður