Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

7. desember 2022 10:40

1 ár og 8 mánaða fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Ein 25 ára gamal maður bleiv í Føroya Rætti í gjár dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær gentur.

Maðurin var ákærdur fyri at hava skaffað sær samlegu við genturnar við at nýta harðskap.

Neyðtøkurnar vóru framdar í 2018 og 2019. Í báðum førum vóru neyðtøkurnar meldaðar til politiið, tá ið ein tíð var fráliðin, síðan brotið var framt. Ákæra varð reist eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi, tá brotini fóru framd. Revsingin er av tí sama ásett eftir áður galdandi neyðtøkuáseting og ikki sambært nýggju neyðtøkuásetingini um samtykki, sum kom í gildi 1. juni í ár, og sum m.a. herðir revsingina fyri neyðtøku.

Maðurin kærdi dómin.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).