Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

25. mai 2023 15:35

Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn

Eitt felags átak hjá Føroya Politi og TAKS førdi í gjárkvøldið til, at funnin vóru knappliga 10 kg av hashi í einum persónbili í Havn.

Fólkini, ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin. Handtøkan førdi við sær, at ein maður afturat varð handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum. Øll trý fólkini vóru av ákæruvaldinum framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti seinnapartin í dag.

 

 

Næsten 10 kg hash fundet i personbil i Tórshavn

 

Et fælles initiativ fra Færøernes Politi og TAKS førte i går aftes til, at knapt 10 kg af hash var fundet i en personbil i Tórshavn.

Personerne, en mand og en kvinde, som var i bilen, blev anholdt. Anholdelsen bidrog til, at endnu en mand blev anholdt ombord på et skib, som kort forinden var ankommet til Færøerne fra udlandet. Alle tre personer blev af anklagemyndigheden fremstillet i grundlovsforhør i Færøernes Ret i eftermiddag.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).

16. september 2026

Føroya Politi

Vilt tú vera partur av nýggju fyribyrgingareindini hjá Føroya Politi?

Føroya Politi styrkir nú tað kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið við at seta á stovn eina fyribyrgingareind, og tí søkja vit eftir tveimum starvsfeløgum. Av tí at talan er um eina nýggja eind, fært tú møguleika at vera við til at byggja víðari upp á verandi royndir, samstundis sum vit skulu ganga nýggjar leiðir og menna nýggj hugskot.