Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

16. mai 2024 11:26

Áheitan um at vísa varsemi tá ið brennievni verður keypt

Nú verkfall er, hava Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Føroya Politi og kommunalu tilbúgvingarmyndugleikarnir saman við oljufeløgunum staðfest, at sera nógv brennievni er keypt á bensinsølunum seinnu dagarnar.

Ábendingar eru tískil um, at fólk og fyritøkur eru farin keypa inn undir seg, og at summi tískil hava størri nøgdir av brennievni heima við hús ella á arbeiðsplássum. Hetta er vandamikið og kann elva til eldsbruna.
Fleiri dømir eru eisini um, at brennievni er keypt uppí dunkar, kør og onnur líknandi hylkir, ið slettis ikki eru egnað til at goyma ella flyta brennievni við.
Í ringasta føri kann hetta elva til eldsbruna ella aðrar vandamiklar støður í sambandi við áfylling, flutning ella goymslu.

 

Myndugleikarnir skulu tískil heita á fólk um:

  • Ikki at keypa brennievni inn undir seg, men at keypa sum vanligt.
    Virða avmarkingarnar, sum oljufeløgini seta fyri sølu.
  • Einans at keypa brennievni í dunkar og tangar, ið eru góðkendir til endamálið.
  • Ikki at flyta meira enn 20 litrar av brennievni í akførum, ið ikki eru góðkend til endamálið.
  • Ikki at goyma størri nøgdir av brennievni heima við hús, á arbeiðsplássinum ella t.d. viðførisrúminum á akførum.

 

Hugsið um trygdina

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Føroya Politi
Felagið Sløkkiliðsleiðarar

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).