Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

15. mai 2018 23:00

Ákæra reist móti skipara og eigara á ribbáti

Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti skipara og eigara á ribbáti.

Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti skipara og eigara á ribbáti í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2. juli 2017.

 

Skiparin er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum, tí

  • manningin bert taldi ein, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð
  • hann ikki hevði størra dugnaskaparsprógvið í sigling
  • hann ikki hevði góðkent trygdarskeið fyri sjófólk
  • hann ikki hevði heilsuváttan fyri sjófólk, og persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing ikki var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW.
  • felagið, sum eigur bátin, er ákært fyri brot á kunngerð frá 2017 frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað.

Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, og valdi tí at kanna málið við atliti til trygdina hjá ferðafólkum umborð á slíkum bátum.Ákæruvaldið hevur síðani avgjørt, eftir at málið hevur verið til hoyringar hjá Sjóvinnustýrinum, at reisa ákæru, og hevur sent málið til Føroya Rætt.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).