Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

17. januar 2025 13:10

Ákærufulltrúi til Føroya Politi

Hevur tú hug at tryggja rættartrygd og at rættarsøkja revsiverd viðurskifti? Vilt tú hava ein spennandi gerandisdag í einum fakliga sterkum umhvørvi, við góðum starvsfeløgum og við góðum møguleikum fyri persónligari førleikamenning? So hevur tú nú møguleika at søkja starv hjá ákæruvaldinum hjá Føroya Politi.

Um ákæruvaldið:

Í ákæruvaldinum arbeiða vit hvønn dag við at tryggja rættartrygd og at tryggja, at revsimál altíð verða viðgjørd á ein ordiligan og rættvísan hátt. Kjarnuuppgávan hjá ákæruvaldinum er at rættarsøkja revsiverd viðurskifti og at vera við til at stuðla undir rættarsamfelagið. Saman við politinum syrgja vit fyri, at sek verða ábyrgdað, og at ósek ikki verða rættarsøkt, samstundis sum allir borgarar og øll mál verða viðgjørd objektivt, við óheftni og við góðsku og virkni í miðdepli.

 

Vit bjóða:

Eitt skiftandi og spennandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi. Vit hava trivnað, høga fakligheit, nærlagni og virkni í miðdeplinum. Vit hava ein góðan sosialan felagskap, og tú fært høvi at sparra við dugnaligar starvsfelagar og leiðarar.

Sum ákærufulltrúi fært tú frá fyrsta degi týðandi og týdningarmiklar arbeiðsuppgávur, og tú fært eitt serstakt høvi at fáa royndir við rættarmálum og samstarvi við politiið.

Sum ákærufulltrúi skalt tú luttaka í grundútbúgvingini hjá Ríkisadvokatinum, sum er við til at tryggja, at tú sum ákærufulltrúi fært fakligar og persónligar førleikar, sum eru neyðugir í ákærastarvinum.

Tú verður sett/ur í starv í ákæruvaldinum og fært seinni høvi at flyta til onnur størv á økinum hjá Justitsministeriet. Um tú hevur viðkomandi royndir frá øðrum løgfrøðiligum arbeiði, kann útbúgvingin verða lagað eftir tær. Tú skalt verða sinnað/ur til í samband við útbúgvingina at arbeiða í øðrum pørtum av ákæruvaldinum í Danmark í stytri tíðarskeið.

 

Vit leita eftir:

Einum nýútbúnum løgfrøðingi ella løgfrøðingi við royndum.

 

Vit ímynda okkum, at tú:

o Dugir væl at varðveita fokus, eisini tá nógv ferð er á arbeiðnum
o Arbeiðir sjálvstøðugt, hevur slagkraft og brennir fyri rættarmálsarbeiði
o Arbeiðir virkið og skipað
o Hevur góð samstarvsevni og gott lag
o Dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum, og dugir at miðla torføra lóggávu á ein skiljandi hátt

 

Løn- og setanarviðurskifti:

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum fyri akademikarar í statinum (danskur sáttmáli). Innseting sum fulltrúi ella konsulent og møgulig ískoyti eru treytað av royndum. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Starvið skal setast skjótast gjørligt.

 

Tín setan er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast hjá PET. Starvssetanin er í allari starvstíðini treytað av, at tú framhaldandi hevur nøktandi trygdargóðkenning.

 

Umsókn:

Umsókn, sum skal vera á donskum, CV, próvtalsyvirlit frá bæði bachelor og kandidat o.a. skal sendast umvegis Justitsministeriet. Viðmerk, at umsóknin er til ákæruvaldið í Føroyum.

 

Umsóknarfreistin er 2. februar 2025.


Søk starvið her

Um tú vilt hoyra meira um starvið, kanst tú ringja til Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, á telefon 22 41 17.

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

8. februar 2025

Føroya Politi

Leiðari til Borgaratænastuna

Vilt tú verða við til at leiða og menna Borgaratænastuna í einum stovni, sum arbeiðir fyri trygd og tryggleika í Føroyum? Og hevur tú hug at starvast í einum stovni, ið hevur eitt sterkt virðisgrundarlag og stóran samfelagsligan týdning? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir. Vit sóknast eftir einum royndum og dugnaligum leiðara til at standa á odda fyri Borgaratænastuni, ið er ein deild við ógvuliga fjølbroyttum virkisøki. Uppgávurnar hjá deildini eru millum annað telefon- og kundamóttøka í dagtímunum, skráseting av inngangandi posti, umsiting av passum, visum, revsiváttanum, funnum fæ og loyvum v.m.

8. februar 2025

Føroya Politi

Leder til Borgerservice

Færøernes Politi arbejder hver dag for at skabe tryghed og sikkerhed for borgere og virksomheder i hele landet. Vi er en organisation med stærke værdier og et tæt samarbejde med lokalsamfundet. Borgerservice er en central funktion i Færøernes Politi, hvor vi håndterer en bred vifte af opgaver - fra udstedelse af pas og visum til behandling af våbentilladelser. Afdelingen har 14 dedikerede medarbejdere fordelt på vores enheder i Tórshavn, Klaksvík og Suðuroy. Vi søger nu en erfaren og engageret leder, der kan stå i spidsen for Borgerservice og sikre en professionel og effektiv drift af afdelingen.

3. februar 2025

Føroya Politi

Udviklingsorienteret administrativ medarbejder til udlændingekontrolopgaver hos Færøernes Politi

Vil du være en del af en nyoprettet afdeling hos Færøernes Politi og være med til at skabe stærke rammer for fremtidens udlændingekontrol på Færøerne? Har du en struktureret tilgang dine arbejdsopgaver, er du åben for at lære nyt og er du også parat til at komme ud af kontoret? Så er denne stilling måske noget for dig!