Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

20. august 2025 16:28

Ákærufulltrúi til Føroya Politi

Hevur tú hug at tryggja rættartrygd og at rættarsøkja revsiverd viðurskifti? Vilt tú hava ein spennandi gerandisdag í einum fakliga sterkum umhvørvi, við góðum starvsfeløgum og við góðum møguleikum fyri persónligari førleikamenning? So hevur tú nú møguleika at søkja starv hjá ákæruvaldinum hjá Føroya Politi.

Um ákæruvaldið

Í ákæruvaldinum arbeiða vit hvønn dag við at tryggja rættartrygd og at tryggja, at revsimál altíð verða viðgjørd á ein ordiligan og rættvísan hátt. Kjarnuuppgávan hjá ákæruvaldinum er at rættarsøkja revsiverd viðurskifti og at vera við til at stuðla undir rættarsamfelagið. Saman við politinum syrgja vit fyri, at sek verða ábyrgdað, og at ósek ikki verða rættarsøkt, samstundis sum allir borgarar og øll mál verða viðgjørd objektivt, við óheftni og við góðsku og virkni í miðdepli.

 

Vit bjóða

Eitt skiftandi og spennandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi. Vit hava trivnað, høga fakligheit, nærlagni og virkni í miðdeplinum. Vit hava ein góðan sosialan felagskap, og tú fært høvi at sparra við dugnaligar starvsfelagar og leiðarar.

Sum ákærufulltrúi fært tú frá fyrsta degi týðandi og týdningarmiklar arbeiðsuppgávur, og tú fært eitt serstakt høvi at fáa royndir við rættarmálum og samstarvi við politiið.

Sum ákærufulltrúi skalt tú luttaka í grundútbúgvingini hjá Ríkisadvokatinum, sum er við til at tryggja, at tú sum ákærufulltrúi fært fakligar og persónligar førleikar, sum eru neyðugir í ákærastarvinum.

Tú verður sett/ur í starv í ákæruvaldinum og fært seinni høvi at flyta til onnur størv á økinum hjá Justitsministeriet. Um tú hevur viðkomandi royndir frá øðrum løgfrøðiligum arbeiði, kann útbúgvingin verða lagað eftir tær. Tú skalt verða sinnað/ur til í samband við útbúgvingina at arbeiða í øðrum pørtum av ákæruvaldinum í Danmark í stytri tíðarskeið.

 

Vit leita eftir:

Einum nýútbúnum løgfrøðingi ella løgfrøðingi við royndum.

 

Vit ímynda okkum, at tú:

o Dugir væl at varðveita fokus, eisini tá nógv ferð er á arbeiðnum
o Arbeiðir sjálvstøðugt, hevur slagkraft og brennir fyri rættarmálsarbeiði
o Arbeiðir virkið og skipað
o Hevur góð samstarvsevni og jaligan hugburð
o Dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum, og dugir at miðla torføra lóggávu á ein skiljandi hátt

 

Løn- og setanarviðurskifti:

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum fyri akademikarar í statinum (danskur sáttmáli). Innseting sum fulltrúi ella konsulent og møgulig ískoyti eru treytað av royndum. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Starvið skal setast skjótast gjørligt.

 

Tín setan er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast hjá PET. Starvssetanin er í allari starvstíðini treytað av, at tú framhaldandi hevur nøktandi trygdargóðkenning.

 

Umsókn:

Umsókn, sum skal vera á donskum, CV, próvtalsyvirlit frá bæði bachelor og kandidat o.a. skal sendast umvegis Justitsministeriet. Viðmerk, at umsóknin er til ákæruvaldið í Føroyum.

 

Umsóknarfreistin er 8. september 2025 kl. 11.00.


Søk starvið HER

Um tú vilt hoyra meira um starvið, kanst tú ringja til Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, á telefon 22 41 17.

Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

27. mars 2026

Føroya Politi

Starvsfólk til Borgaratænastuna

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

13. mars 2026

Føroya Politi

Spennandi lestrarstarv hjá ákæruvaldinum

Ert tú løgfrøðilesandi, og vilt tú vera við til at tryggja rættartrygd í Føroyum og at rættarsøkja revsiverd viðurskifti? So skalt tú søkja lestrarstarv hjá ákæruvaldinum hjá politinum.

13. mars 2026

Føroya Politi

Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oyndarfirði

Ákæruvaldið hjá politinum hevur gjørt av at kæra dómin um valið í Oyndarfirði. Hetta er fyrsta málið um valsvik í Føroyum, og nú skal málið viðgerast í landsrættinum.