Álvarslig ferðsluvanlukka
Álvarslig ferðsluvanlukka kravt mannalív
Í morgun kl. 08.14 kom fráboðan umvegis 112 um eitt álvarsamt ferðsluóðhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík, har ein scootari og ein vøruvognur stoyttu saman.
Ambulansa og politi vóru skjót á staðnum, og førarin á scootaranum bleiv fluttur á Landsjúkrahúsið.
Seinni varð staðfest, at hesin var deyður av løstinum hann fekk. Talan er um ein 48- ára gamlan mann.
Avvarðandi eru kunnaði.Løgreglan gerð kanningar í málinum.
Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo
Telefon:114