Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

26. januar 2016 00:00

Álvarslig ferðsluvanlukka í Havn kravt eitt mannalív

Í dag kl. 16:08 fekk politiið umvegis alarmsentralin fráboðan um, at ein álsvarlig ferðsluvanlukka var hend á Velbastaðvegnum í Havn.

Ein persónbilur fór á rull frá einum síðuvegi og út á Velbastaðvegin. Ein annar bilur rendi í síðuna á tí rullandi bilinum, har ein ein 57 ára gomul kvinna varð kleimd ímillum hurðina og bilin.Sjúkrabilur og politiið vóru skjótt á staðnum, men hóast lívbjargandi fyrstuhjálp stóð kvinnan ikki til at bjarga og doyði løtu seinni av løstunum hon fekk.Tey avvarðandi eru kunnaði.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).