Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

20. januar 2017 00:00

Átak móti hælaravørum

Í gjár byrjaði eitt stórt átak um hælarí í Danmark.

Yvirskriftin á átakinum er: ”UNDGÅ AT KØBE STJÅLNE VARER PÅ NETTET.”

 

Endamálið við átakinum er, at borgarar skulu verða meira tilvitaðir um, at innbrot í privatum heimum og hælarí hanga neyvt saman.Nógvir danskarar og eisini føroyingar keypa hælaravørur uttan at vita av tí.

 

Endamálið við átakinum er sostatt at hjálpa borgarunum, soleiðis at tey ikki keypa stolnar vørur, tá tey ætla at keypa brúktar vørur á netinum – og harvið eisini gera tað trupult hjá tjóvunum at selja slíkar vørur.Ein sentralur partur av átakinum eru tvær lættar tilráðingar, ið minka um vandan fyri at keypa stolnar vørur.

 

Fyrra tilráðingin er at nýta MobilePay, tá ið brúktar vørur skulu keypast.

Seinna tilráðingin er, at hyggja eftir NEM ID hjá seljaranum.

 

Í báðum førum ber beinleiðis til at finna útav, hvør seljarin er.

 

Her í Føroyum hava vit ikki kunnleika til, at hetta er ein stórur trupulleiki, men vit vita, at nógvir føroyingar keypa vørur á netinum í Danmark og tí meta vit tað vera neyðugt at kunna um hetta átakið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).