Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

31. mai 2024 12:04

Átaksráðið fylgir gongdini

Meðan verkfall er, hittist Átaksráðið regluliga at umrøða viðurskifti av stórum samfelagsligum týdningi.

Støðan í samfelagnum, nú verkfallið er í triðju viku, var til umrøðu í Átaksráðnum mikudagin. Átaksráðið umrøður bert støður og evni av stórum samfelagsligum týdningi og viðurskifti, sum kunnu hótta veitingartrygdina til týðandi øki í samfelagnum.

Sum heild virkar hesin parturin av samfelagnum uttan stórvegis avbjóðingar. Millum annað er nóg mikið av brennievni í landinum í nakrar vikur afturat. Hóast onkrir matvørubólkar ikki eru at fáa, er í løtuni ikki trot á mati, og tað er ikki trot á fóðri til neyta-, seyða- og onnur djórahald.

Átaksráðið hittist eina ferð um vikuna og fylgir gongdini gjølla.

Fastir limir í Átaksráðnum eru Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Vørn/MRCC, Føroya Politi, Arktisk Kommando, Umhvørvisstovan, Kommunufelagið/kommunala tilbúgvingin og Heilsustýrið. Átaksráðið vísir til Kreppuráðið fyri Føroyar.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).