Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

10. mai 2023 11:13

Ávaring um íløgusvik

Seinastu tíðina hevur Føroya Politi fingið fráboðanir frá fólki, sum hava verið fyri sonevndum íløgusviki.

Í flestu førum hava tey sæð eina lýsing á Facebook, sum vísir til, at okkurt navngivið og kent fólk hevur vunnið stóra peninganøgd við at gera íløgur í talgilda gjaldoyrað Bitcoin.

Lýsingarnar leinkja til heimasíður, sum ofta síggja professionellar og flottar út. Heimasíðurnar eru tó ikki veruligar íløgusíður, men eru einans gjørdar til at snýta pening frá fólki.

 

Svik av hesum slag hevur ofta hesi eyðkenni:

 

  • Lýsingarnar eru ofta um, hvussu rík okkurt navngivið kent fólk er blivið uppá at gera íløgur í Bitcoin

  • Heimasíðurnar lova høgt og skjótt avkast

  • Tey, sum stovna sær brúkara á heimasíðunum, verða ofta ringd upp av teimum, sum standa aftan fyri heimasíðuna. Tey, sum ringja, geva seg út fyri at vera ráðgevar, sum ynskja at hjálpa við at gera íløgur fyri peningin hjá fólki

  • Hesir sokallaðu “ráðgevarnir” bjóða sær til at fáa fjaratgongd til telduna hjá brúkaranum fyri at hjálpa við at gera íløguna

 

Føroya Politi vil tí eggja øllum til at vera eyka varin, tá tað snýr seg um at gera íløgur ígjøgnum heimasíður, sum hava nakað av eyðkennunum, sum eru nevnd omanfyri.

 

Í apríl 2022 hevði DR Kontant eina sending, sum lýsir væl, hvussu hetta hetta slagið av sviki gongur fyri seg.

 

Hygg at sendingini her.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).