Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

26. januar 2023 11:31

Avloysari til Borgaratænastuna hjá Føroya Politi í Havn

Hevur tú hug til at veita ein góða tænastu? Dámar tær at fáast við viðskiftafólk og megnar tú at hava fleiri bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Starvið sum barnsburðaravloysari er leyst at søkja til setan so skjótt sum gjørligt og fram til 1. mars 2024. Starvsstaðurin er Politistøðin í Havn. Arbeiðstíðin verður 37 tímar um vikuna.

Starvið fevnir m.a. um avgreiðslu av passum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum og telefonavgreiðslu.

Vit vænta, at tú hevur:

• Skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving.
• Góð evnir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.
• Góð samstarvsevnir

Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi starvsroyndir.

Løn- og setunarviðurskifti

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Moderniseringsstyrelsen og HK/STAT. Trygdargóðkenning krevst fyri at blíva sett/ur í starvið.

Føroya Politi tekur sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir – ella nóg væl skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

 

Samband og umsókn.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær Rannvá Ólavsdóttir, deildarleiðara, tlf. nr. 351436. Umsókn við CV og viðkomandi prógvum skal sendast til fo-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi 15. februar 2023.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

Fleiri tíðindi

22. mars 2023

Føroya Politi

Dómur um trygdarvarðhald staðfestur av Eystara Landsrætti

Tað var rætt at døma ein serliga vandamiklan gerningsmann í trygdarvarðhald.

20. mars 2023

Føroya Politi

Eystari Landsrættur staðfesti dóm um neyðtøku

Ein 19 ára gamal maður bleiv í Eystara Landsrætti fríggjadagin í síðstu viku dømdur fyri neyðtøku og fyri at misnýta annans sálarliga menningartarn.

17. mars 2023

Føroya Politi

Eystari Landsrættur staðfesti dóm í stórum hashmálið

Innsmugling av stórari mongd av hashi til Føroya var ikki fevnt av revsilógini.

Uppskot