Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

3. juni 2025 15:08

Bílegg tíð til Borgaratænastuna

Nú skalt tú bíleggja tíð til Borgaratænastuna hjá Føroya Politi í Tórshavn. So sleppur tú undan langari bíðitíð, tá ið tú kemur á politistøðina, og tú tryggjar tær eisini, at tú sleppur framat.

Service desk passport

Mynd: Borgaratænastan hjá Føroya Politi

Bílegg tíð frammanundan

Á heimasíðuni hjá Føroya Politi skalt tú nú bíleggja eina tíð, áðrenn tú kemur á politistøðina. So sleppur tú undan bíðitíðini, og tú tryggjar tær eisini, at tú sleppur framat. Bílegg tíð her.

Á politi.fo kanst tú eisini lesa meira um, hvat tú skalt hava við tær á støðina, alt eftir hvørji ørindi tíni eru.

 

Enn bert galdandi í Tórshavn

Í fyrstu syftu verður nýggja skipanin hjá Borgaratænastuni royndarkoyrd á politistøðini í Tórshavn. Seinni í ár fer hon eisini at fevna um hinar avgreiðslurnar hjá Føroya Politi í Klaksvík, á Tvøroyri og á flogvøllinum.

                     

Nógv fólk á politistøðini hvønn dag

Á politistøðini í Tórshavn koma sera nógv fólk hvønn dag. Ørindini snúgva seg um alt frá pass, visum og revsiváttan til at lata inn funnar lutir ella at melda okkurt. Tað fer sjálvsagt framvegis at bera til at koma ófráboðað inn á borgaratænastuna fyri t.d. at melda eitt mál. Øll onnur viðskiftafólk skulu bíleggja tíð frammanundan.

 

Upplatingartíðirnar hjá Borgaratænastunum kring landið eru gerandisdagar frá kl. 10 – 14. Støðin á flogvøllinum er tó stongd mikudag.  

 

 

Bestil tid til Borgerservice

Nu skal du huske at bestille tid til Borgerservice hos Færøernes Politi i Tórshavn. Så slipper du for lang ventetid, når du møder op på politistationen, og du sikrer dig også betjening.

 

Du skal bestille tid på forhånd

På Færøernes Politis hjemmeside skal du nu bestille tid, før du møder op på politistationen. Bestil tid her.

politi.fo kan du også læse mere om, hvad du skal medbringe til stationen.

 

Indtil videre kun gældende i Tórshavn

I første omgang testes det nye borgerservicesystem på stationen i Tórshavn. Senere i år bliver det også indført på Færøernes Politis kontorer i Klaksvík, på Tvøroyri og i lufthavnen.

 

Mange besøger stationen hver dag

På politistationen i Tórshavn kommer der mange mennesker hver dag. Henvendelserne handler om alt fra pas, visum og straffeattester til aflevering af hittegods eller anmeldelse af sager. Det vil naturligvis fortsat være muligt at møde op uden tidsbestilling, f.eks. for at anmelde en sag.

 

Åbningstiderne for borgerservice over hele landet er hverdage fra kl. 10–14. Stationen i lufthavnen har dog lukket om onsdagen.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

Bílegg tíð til borgaratænastuna

12. februar 2026

Føroya Politi

Føroya Politi ávarar um vandamikið rúsevni

Í Føroya Rætti í gjár vórðu tveir mans dømdir 12 ára langar fongsulsrevsingar fyri at hava smuglað stórar nøgdir av nýggja rúsevninum Pinaca til Føroya. Talan er um eitt flótandi rúsevni, sum er sera vandamikið.

11. februar 2026

Føroya Politi

Framsíggin fyrisitingarlig starvsfólk til nýggjastu deildina hjá Føroya Politi

Hevur tú hug at gerast partur av "Udlændinge Kontrol Afdelingen" (UKA) hjá Føroya Politi og á henda hátt verða við at skipa útlendingaftirlitið í Føroyum? Dugir tú væl at skipa tínar arbeiðsuppgávur, hevur tú áræði og hug at koma út av skrivstovuni? So er hetta starvið nakað fyri teg!

6. februar 2026

Føroya Politi

Misnýtt politiskelti

Fyrr í vikuni sendi Føroya Politi tíðindaskriv út um skuldsetingina av einum fyrrverandi politisti, sum við fleiri handilsstarvsfólk hevði sagt seg vera politistur. Til hesar hendingarnar misnýtti viðkomandi eitt politiskelti.