Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

20. apríl 2022 17:13

Brúkar tú el-rennihjól á vegum har ferðslulógin er galdandi

Føroya Politi fær javnan fyrispungningar um brúk av el-rennhjólum, har ferðslulógin er galdandi.


Politiið hevur ta fatan, at tað er ólógligt at brúka el-rennihjól, har ferðslulógin er galdandi. Ferðslulógin er galdandi á vegi og parkeringsplássum v.m., har vanlig ferðsla er. Eftir ferðslulógarinnar § 11, stk. 1, jf. § 1, er ólógligt at brúka motorakfar á øki ferðslulógarinnar, tá tað ikki er skrásett.

 

Eitt el-rennihjól er eitt motorakfar

 

At brúka óskrásett el-rennihjól (motordrivið akfar) á øki ferðslulógarinnar er tí eitt brot, sum hevur við sær, at verður tú steðgaður av politinum, fært tú eina bót.

 

Kundi eitt el-rennihjól verðið brúkt, um tað var skrásett?

Tað er ikki endaliga staðfest, um tað er loyvt at brúka eitt el-rennihjól á øki ferðslulógarinnar. Hendan spurningin royna vit at fáa svar uppá í samstarvi við viðkomandi myndugleikar.

 

Koyr trygt!

Royndir úr øðrum londum vísa, at tað henda nógv óhapp á el-rennihjólum. Orsøkin er, at javnvágin er vánalig, tá ein stendur.
Hjólini eru smá, so sjálvt eitt lítið hol á vegnum, kann hava við sær, at tú dettur og kemur álvarsliga til skaða.
El-rennihjól er ikki ein leika. Børn kunnu tí ei heldur lógliga brúka el-rennihjól á øki ferðslulógarinnar.
Okkara yvirskipaða ráð er tí: Ansa tær sjálvum og øðrum trafikantum og brúka bert akfør á lógligan hátt.
Velur tú at brúka eitt el-rennihjól á privatum øki, átti tú í minsta lagi at brúkt súkkluhjálm.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

12. august 2026

Føroya Politi

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.

6. august 2026

Føroya Politi

Ávaring um víðfevnd sms-svikálop

Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Talgildu Føroyum ella øðrum myndugleika. Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr.

8. juli 2026

Føroya Politi

Tvey leys størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.