Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

22. mars 2023 12:30

Dómur um trygdarvarðhald staðfestur av Eystara Landsrætti

Tað var rætt at døma ein serliga vandamiklan gerningsmann í trygdarvarðhald.

Ein 30 ára gamal maður var í november í fjør í nevningatingi í Føroya Rætti dømdur í trygdarvarðhald.

Tað var fyrstu ferð, at ein persónur er dømdur trygdarvarðhald í Føroyum.

Trygdarvarðhald (á donskum forvaring) er ein fongsulsrevsing uttan tíðaravmarking, sum verður nýtt til serliga vandamikil fólk, tá mett verður, at tey fara at fremja nýggj lógarbrot og harvið eru til vanda fyri onnur. Trygdarvarðhald hevur við sær, at dømdi ikki kann verða leyslatin, fyrrenn rætturin metir, at hann ikki longur er ein vandi fyri onnur.

Maðurin var í november funnin sekur í at hava framt tvey rán – annað í 2019 og hitt í 2022 – og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022.

Maðurin var áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinasti dómur fall í Føroya Rætti í 2020. Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi framdi grov brot á revsilógina – brot har hann legði á ungar kvinnur – kravdið ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við.

”Ákæruvaldið hevði ta støðu, at vanlig fongsulsrevsing ikki var nøktandi, tí dømdi greitt hevur víst, at hann áhaldandi fremur grov lógarbrot ímóti tilvildarligum kvinnum. Grundað á upplýsingarnar um dømda, undir hesum serliga tann kriminalitet, sum dømdi áður er dømdur fyri, kravdi ákæruvaldið, at dømdi skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við, og tað eru vit sera nøgd við”, segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, í sambandi við rættarmálið í november.

Dømdi kærdi dómin til Eystara Landsrætt, sum í dag staðfesti dómin hjá Føroya Rætti.

 

Dom om forvaring stadfæstet af Østre Landsret


Det var rigtigt at dømme en særlig farlig gerningsmand i forvaring.

En 30årig mand var i november ved et nævningeting idømt forvaring ved Færøernes Ret.

Dette var første gang, at en person er idømt forvaring på Færøerne.

Forvaring er en fængselsstraf uden tidsbegrænsning, hvor den dømte ikke må løslades, før det vurderes, at han ikke længere er til fare for andre.

Manden blev i november fundet skyldig i to røveriforhold samt et forsøg på voldtægt.

Manden er tidligere dømt for flere voldtægtsforsøg, sidste dom blev afsagt i Færøernes Ret i 2020. Da manden, uagtet lange fængselsdomme, begik grove lovovertrædelser mod unge kvinder, krævede Anklagemyndigheden, at han skulle dømmes til forvaring. Dette var nævningetinget enigt i.

”Anklagemyndigheden var af den opfattelse, at almindeligt fængsel ikke var tilstrækkeligt, idet den dømte har vist, at han gang på gang begår grove lovovertrædelser mod tilfældige kvinder. På baggrund af oplysningerne om den dømte, herunder særligt den kriminalitet, som han tidligere er dømt for, krævede Anklagemyndigheden, at han skulle forvares. Dette var nævningetinget enigt i, og det er vi meget tilfredse med”, sagde Katrin Thorsvig Hansen, chefanklager, i forbindelse med retssagen i november.

Den dømte ankede dommen til Østre Landsret, som i dag stadfæstede dommen i Færøernes Ret.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

10. oktober 2025

Føroya Politi

Nyt grænsekontrolsystem fra 12. oktober 2025

Den 12. oktober tager politiet det nye grænsekontrolsystem EES (Entry-Exit-System) i brug på de ydre Schengengrænser. EES er et elektronisk system, hvor ind- og udrejser af Schengenområdet registreres elektronisk med biometriske data for den rejsende samt ind- og udrejsedato.

6. oktober 2025

Føroya Politi

Sjey dómar í neydtøkumálum seinastu trý árini

Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av neyðtøkuøkinum í Føroyum og av dómum í neyðtøkumálum. Føroya Politi hevur nú útgreinað hagtølini á økinum. Frá 2022-2024 eru sjey persónar dømdir í neyðtøkumálum. Trý mál endaðu við frídøming í rættinum.

15. september 2025

Føroya Politi

Starv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni. Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt starv. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, skráseting av málum, telefonavgreiðslu og ymiskum fyrifallandi arbeiði.