Eldsbrunin í Bónus
Málið uppklárað í samband við eldsbrunan í Bónus.
Kanningararbeðið hjá politinum viðvíkjandi eldsbrunanum í Bónus í Hoyvík er nú liðugt.
Kanningararbeiðið og avhoyringar í málinum hava staðfest, at eldurin var kyknaður í einum ruskílæti í fløskurúminum.
Ein ungur drongur hevur í dag viðgingið, at hann hevði spælt við eld, og í ósketni burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í ruskílætið.
Av tí at drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni.
Politiið hevur sostatt ikki fleiri viðmerkingar til málið.
Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo
Telefon:114