Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

8. juni 2017 23:00

Eldsbruni Varðin Pelagic frástøðan minkað

Trygdarfrástøðan er nú minkað niður í umleið 300 m.

Innsatsleiðslan á Tvøroyri hevur tikið avgerð um, at minkað trygdarfrástøðuna fra 1 km niður í umleið 300 metrar.

 

Økið kring Varðan Pelagic, sum framvegis er lýst vandaøkið er økið:- sum norðureftir gongur til Ovara Veg – strekkið frá Tvøroyrar Kirkju vestur til Skótahúsið,- vestur efter til Sjúkrahúsbrekkuna – frá Skótahúsinum og í sjógv, og- eystur eftir frá Tvøroyrar Kirkju í eina beina linju suður eftir og í sjógv.

 

Borgarar, ið eru stødd vestan fyri vandaøkið og búgva eystanfyri, kunnu koyra eftir eftir Ovara Vegi.

 

Borgarar, ið búgva uttanfyri merkta vandaøkið, kunnu nú fara heimaftur.

 

Nærri verður at frætta í morgin.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).