Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

29. februar 2024 16:05

Enn ein dómur um smugling av hashi

Ein 52 ára gomul kvinna og ein 25 ára gamal maður eru í dag dømd 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hashi til Føroya.

Eitt mál um smugling av hash til Føroya er viðgjørt í Føroya Rætti í dag. Tað var ein samdur dómsmansrættur, sum dømdi eina kvinnu og ein mann 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hashi til Føroya í januar í ár.

Fólkini, sum komu til Føroya við Norrønu í januar í ár, vóru steðgaði av tollvaldinum við komu. Kanningar vístu skjótt, at bilurin, sum fólkini ferðaðust í, var serliga tilgjørdur til smugling. Í tveimum loyniligum rúmum millum dúrkið og botnin í bilinum fann politiið stóru nøgdina av hashi.

Fólkini, sum hava verið varðhaldsfongslað, síðani tey komu til Føroya, játtaðu seg lutvíst sek í Føroya Rætti, men greiddu frá, at tey ikki vistu, at talan var um eina so stóra nøgd av hashi, sum var í bilinum.

Hóast hesa frágreiðing frá teimum ákærdu, dømdi ein samdur dómsmansrættur bæði fólkini fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hashi til Føroya. Fólkini vóru hvør sær dømd 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Umframt hashið, var eisini bilurin, sum hashi var smuglað í, konfiskeraður.

Fólkini bóðu um umhugsunartíð og hava nú - eins og ákæruvaldið - 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast til Eystara Landsrætt.

 

 

 

Endnu en dom om smugling af hash

 

En 52 årig kvinde og en 25 årig mand er i dag dømt 1 år og 10 måneders ubetinget fængsel for at have smuglet knap 24 kilo hash til Færøerne.

 

En sag om smugling af hash til Færøerne har været behandlet ved Retten på Færøerne i dag. Det var en enig domsmandsret, som i dag dømte en kvinde og en mand 1 år og 10 måneders ubetinget fængsel hver for at have smuglet knap 24 kilo hash til Færøerne i januar i år.

De tiltalte, som kom til Færøerne med Norrøna i januar i år, blev standset af toldvæsnet ved ankomst. Undersøgelser viste hurtigt, at bilen, som de rejste i, var særlig indrettet til smugling. I to hemmelige rum i bilen fandt politiet den store mængde hash.

De tiltalte har været varetægtsfængslet, siden de ankom til Færøerne. I Retten på Færøerne erkendte de to tiltalte delvist, men forklarede begge, at de ikke vidste, at der var tale om knap 24 kilo.

Denne forklaring til trods, dømte en enig domsmandsret begge de tiltalte for at have smuglet knap 24 kilo hash til Færøerne. De dømte fik hver 1 år og 10 måneders ubetinget fængsel. Udover hashen, blev bilen også konfiskeret.

De dømte udbad sig betænkningstid og har nu - ligesom anklagemyndigheden - 14 dage til at tage stilling til, om sagen skal ankes til Østre Landsret.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

16. september 2026

Føroya Politi

Vilt tú vera partur av nýggju fyribyrgingareindini hjá Føroya Politi?

Føroya Politi styrkir nú tað kriminalitetsfyribyrgjandi arbeiðið við at seta á stovn eina fyribyrgingareind, og tí søkja vit eftir tveimum starvsfeløgum. Av tí at talan er um eina nýggja eind, fært tú møguleika at vera við til at byggja víðari upp á verandi royndir, samstundis sum vit skulu ganga nýggjar leiðir og menna nýggj hugskot.

8. september 2026

Føroya Politi

Ríkispolitiið staðfest feilir í strikingum í revsimálaskránni

Ríkispolitiið hevur staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret). Feilurin varð funnin í sambandi við eitt ítøkiligt mál í juni, har ein fellandi avgerð, ið átti at verið skrásett, ikki var tað.

12. august 2026

Føroya Politi

Politiið fyrireikar seg til dystirnar hóskvøldið

Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.