Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

22. august 2022 15:11

Eystari Landsrættur staðfest tveir dómar hjá Føroya Rætti

Eystari Landsrættur hevur í dag staðfest tveir dómar frá Føroya Rætti.

Fyrra málið var um innsmugling av 12kg. av hashi til Føroya í 2021. Tann ákærdi varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðar. Við í hesa revsing vóru lagdir afturat 4 mánaðar, sum ákærdi hevði fingið í treytaðari fongsulsrevsing í einum øðrum máli í Føroya Rætti. Ákæruvaldið kærdi dómin við pástandi um, at revsingin skuldi verða strangari.

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.

Tann nú dømdi bleiv fongslaður aftaná dómin og skal sita dómin beinanvegin.

Seinna málið var um innsmugling av uml. 6kg. av hashi til Føroya í februar 2022. Tann ákærdi, sum er danskari, varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðar. Brotið varð framt meðan ákærdi var royndarleyslatin frá avsoning av eini fongsulsrevsing uppá 3 ár fyri onnur lógarbrot framd í Danmark. Tá ákærdi varð royndarleyslatin restaðu 367 dagar í avsoningini. Av tí, at ákærdi framdi nýggja brotið, meðan hann var royndarleyslatin, vórðu teir 367 dagarnir, sum restaðu í at sita, roknaðir við í dómin, sum varð sagdur í Føroya Rætti í februar í ár. Ákærdi kærdi dómin við pástandi um, at teir 367 dagarnir ikki skuldu roknast við í dómin fyri smugling av hashi til Føroya.

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

9. oktober 2026

Føroya Politi

Tíðaravmarkaði størv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

29. september 2026

Føroya Politi

KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum

Hevur tú sterkar, tekniskar førleikar og trívist tú í avbjóðandi og truplum uppgávum, har tað tekur tíð at finna røttu loysnina? Og hevur tú hug at brúka hesar førleikar í tøttum samstarvi við kanningardeildina hjá politinum?

29. september 2026

Føroya Politi

Nú ber aftur til at útflýggja barnaváttanir og vápnaloyvir

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni (Kriminalregisteret).